Vesistøða I

Sum nakað nýtt fer planetin at kanna, hvussu stendur til á vesunum á festivalinum, tí ofta er støðan ikki so góð. Fyrstu gestirnir til G!Festivalin komu longu í gjár, og tí kundi verið vandi fyri, at støðan á almennu vesunum á tjaldingarøkininum longu vóru farin av lagi.

Soleiðis er tó ikki. Inni sá rættiliga reint og nossligt út, men festivalurin eru eisini júst byrjaður.

Hinvegin kunnu vit staðfesta, at tað vóru nógv fleiri konufólk á mannfólkavesinum, enn tað vóru menn á kvinnuvesinum.

Men sum ein genta uttanfyri segði: ?Tað er altíð vesipappír á mannfólkavesinum.?

Sum skilst roynir G! at skipa soleiðis fyri at vesini altíð eru í lagi.