Í gjár sást kappróðrarbátur á Vágsfirði við manning, ið hevði hægri miðalaldur enn vanligt er.
Talan var tó ikki um venjing til kappróður á jóansøku á Tvøroyri, og miðalaldurin á manningini var eisini væl hægri, enn ein vanliga sær á kappróðrarbáti.
Tað vóru fysioterapeutarnir hjá Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni, sum høvdu syrgt fyri at manna Tofta Regin við monnum, ið vanliga ganga til venjing á Hamragarði.
Meðan vant hevur verið á rógvimaskinu, hevur í skemti verið tikið til, at bátur skuldi verið mannanður til jóansøku. Og hóast talan ikki bleiv um kappróður, so bleiv skemtið í gjár til álvara, og ein góðan hugnatúr í kapprópðrarbáti. Og í skemti varð tikið til, at talan var um róður hjá Veru Old Boys.
##med2##
##med3##
##med4##
Myndir; S.M.Simonsen