Klokkan var ikki farin langt av fýra, tá fólk byrjaðu at koma inn í deildina hjá Norðoya Sparikassa. Starvsfólk, vinir, familja og kenningar komu at heilsa upp á Kristian Martin, sum hevur verið andlitið hjá Norðoya Sparikassa í bygdini tey seinastu 25 árini.
Hann var sera bilsin av øllum hóvastákinum, sum varð gjørt burturúr, men gleðin lýsti av honum.
Fólk gingu runt og prátaðu. Á loftinum gekk kokkurin og stákaðist í køkinum. Hann setti pinnamat og annað gott á borðið.
Inni í einum rúmi við síðuna av sótu Sonni Smith, Oliver Joensen og John William Joensen og sendu beinleiðis á Rás 2 úr Leirvík. Hetta varð gjørt í samstarvi við peningastovnin.
Gávur og føgur orð
Sjáldan man deildin hjá sparikassanum hava verið so full av blómum, sum hon var hendan stóra dagin. Kristian Martin fekk nógvar aðrar gávur eisini.
Frá starvsfólkunum í sparikassanum fekk hann ein fjallstav, eina troyggju, skóleistar og lummafløsku. Frá peningastovninum fekk hann ein málning, sum Amariel Norðoy hevur málað.
? Kristian Martin hevur starvast mest sum einsamallur her í Leirvík í 25 ár, og tað sigur nógv um hansara veruliga trúfesti í øllum tí, sum hann tekst við her í bygdini, segði stjórin í Sparikassanum, Eyðfinn Reyðberg millum annað.
Hann greiddi eisini frá einum dømi uppá, hvussu tætt bandið verður millum ein sum Kristian Martin og bygdarfólki.
Einaferð seinast í áttatiárunum var Eyðfinn, sum tá starvaðist á høvuðsdeild sparikassans í Klaksvík, summarferiuavloysari hjá Kristian Martini í Leirvík.
Eyðfinn mintist aftur á, at tað komu nógv viðskiftafólk, men tá tey sóu hann, spurdu tey eftir Kristian Martini. Og tá Eyðfinn so svaraði, at Kristian Martin var í summarfrí, høvdu tey hug at venda í hurðini og fara útaftur.
? Tá tey so spurdu, nær Kristian Martin kom aftur, og eg svaraði um fýra vikur, tá komu tey flestu innaftur. Tó onkur hildu, at teirra ørindi kundu bíða, til Kristian Martin kom aftur, greiddi Eyðfinn frá.
Nógv at gera
Høvuðspersónurin sjálvur hevði nógv um at vera hendan dagin. Hann heilsaði upp á fólk og var blíður og týður.
Kristian Martin fór til skips sum 14 ára gamal, hann sigldi í tíggju ár, áðrenn hann fór í læru sum grafistur. So aftur at sigla í fimm ár.
Men so hendi tað, at Brynjólvur Jacobsen, sum tá var leiðari á deildini í Leirvík, bleiv stjóri í sparikassanum, og tá spurdi hann Kristian Martin, um hann ikki hevði hug at royna hetta starvið. Og tann 1. februar 1979 byrjaði Kristian Martin so í sínum nýggja starvi.
Hann sigur, at hann hevur trivist væl í starvinum øll hesi árini, og at sparikassin er eitt avbera gott arbeiðspláss.
? Eitt sum sermerkir sparikassan er, at tað er so stutt millum toppin og okkum onnur. Øll práta saman sum onki, og øll kennast vit væl. Samanhaldið er avbera gott, segði Kristian Martin millum annað í stuttum práti.
Hann mátti tó gera skjótt av, tí har komu gestir á deildina allatíðina, sum hann mátti heilsa uppá.
Myndatxt til Kristian Martin Eliasen:
Kristian Martin Eliasen er aktivur limur í Eysturoyar gongufelag, og hann fer ikki á fjall uttan stav. Hann var hjartans fegin fyri nýggja stavin, sum hann fekk frá starvsfeløgunum
Myndatxt til Eyðun Nolsøe og Kristian Martin:
Her heilsast Kristian Martin og Eyðun Nolsøe, starvsfólkaleiðari í Norðoya Sparikassa
Myndatxt til borgarstjórarnir:
Tveir borgarstjórar hittust til móttøkuna í Leirvík. Sjúrður Eliasen og Steinbjørn Jacobsen
Myndatxt til Kristian Martin við fam:
Ein fegin Kristian Martin saman við konuni Amy og dóttrini Arnfríð










