Veruligt frælsi merkir, at vit sjálv taka avgerðirnar og ábyrgdina

Hergeir Staksberg viðger í bløðunum eitt av hjartamálunum hjá Tjóðveldi: “Veruligt frælsi”. Tíverri byggir hann á fordómar og ósannindi um Tjóðveldi, sum hann hevði sloppið undan við at lesa, hvat flokkurin orðar um síni hjartamál og hvat hann vísur í verki

Høgni Hoydal
--------------
Tað er at fegnast um, at Hergeir Staksberg birtir alment orðaskifti um hugtakið “frælsi”, sum sanniliga er nógv misnýtt. Hergeir hevur sítt frælsi til at siga og skriva, tað hann vil. Men harmiligt at hetta frælsið verður nýtt til at leggja Tjóðveldi undir vanligar fordómar og at skjóta okkum hugsanir, meiningar og ætlanir í skógvarnar, sum eru beint øvutar av tí, ið vit stríðast fyri.

Hesum kundi verið sloppið undan, um Hergeir hevði ómakað sær at kannað og lisið, hvat flokkurin leggur í hugtakið “Veruligt frælsi” – og hvønn politikk Tjóðveldi orðar fyri hetta hjartamál okkara.

Skal tí endurgeva nakað av tí, sum flokkurin hevur orðað um hugsjónina og málini aftanfyri hjartamálið: “Veruligt frælsi”. Og hvør kann sjálvur meta um, hvørt flokkurin eisini hevur víst og vísir síni mál í verki.

Frælsi er ikki at sleppa frá
Alt ov leingi hava vit latið frælsi vera ein spurning um at sleppa undan at viðgera tey torføru málini. Vit hava latið frælsi vera ein spurning, sum vit bara kunnu senda av landinum til onnur at tala sær av. Vit hava latið frælsi verið ein spurning um framíhjárættindi og serskipanir í politisku avgerðunum, heldur enn at skipa eitt samfelag við rættartrygd og opinleika, har fólk og vinna hava somu møguleikar at virka, velja og verða vird.

Alt ov leingi hava vit latið politikarar ásett okkara rættindi frá valskeiði til valskeið við tilvildarligum skiftandi lógum og fyristingarligum avgerðum. Og alt ov leingi hava vit latið politisku skipanina spælt vinnulívsfólk, ið áseta hvørjum vinnum, ið lívi skal verða lagað.

Men eitt samfelag, ið ikki gevur øllum borgarum somu frælsisrættindi og skapar álit á rættartrygd og grundleggjandi kørmum at virka undir, skapar ikki frælsi, men elvir til ótta og vantandi álit og ábyrgd.

Veruligt frælsi er ikki ein spurningur um at sleppa frá ella undan nøkrum. At sleppa undan at taka ábyrgd. At sleppa undan at gjalda. At sleppa undan at seta krøv til okkara politikarar og skipanir. At sleppa undan at stríðast um, hvussu vit í felag kunnu skapa virðir og gjalda sjálv til samhaldsfastar skipanir fyri okkara veiku, eldru og brekaðu. Ella at sleppa undan at rinda rokningina.

Veruligt frælsi er frælsi til at taka ábyrgd sjálv
Veruligt frælsi, er frælsi til nakað. Frælsi til at taka avgerðir og ábyrgd sjálv. At gjalda sjálv. At standa til svars fyri frælsinum hjá næstanum.

Veruligt frælsi kostar og krevur nakað av okkum, og er ikki ein pakki, sum onkur skal geva tær fyri onki. Veruligt frælsi er eitt støðugt stríð, sum ongantíð endar. Eitt stríð fyri rættindum og ávirkan og javnvirðum millum fólk. Eitt stríð fyri fólkaræði, har onnur ikki kunnu taka avgerðir um okkara framtíð og møguleikar og lívsgrundarlagi omanyvir høvdunum á okkum.

Tí skulu støðugt stríðast fyri at skipa lóg og landaskil. Vit skulu rudda í lóggávu, skipanum og fyrisiting, og skapa grundleggjandi og varandi rættarkarmar fyri veruligum frælsi hjá okkum øllum í einum væl virkandi fólkaræði.

Tjóðveldi merkir fólkaræði. Endamálið við at skipa føroyingar sum frælsa tjóð, er at taka ábyrgd av at skipa eitt samhaldsfast samfelag við somu rættindum og frælsi til allar borgarar.

Tjóðveldi hevur tí m.a. hesi ítøkiligu mál fyri at skapa veruligt frælsi í Føroyum:

Frælst vinnulív og javnar kappingartreytir
- Seta greiðar linjur millum alment og privat.
- Seta í verk uppskotið hjá Tjóðveldi um almenna tilfeingisbúð við marknaði fyri fiskirættindi, alirættindi og nýtslu av øðrum almennum tilfeingi, har inntøkur av sølu fella til landið.
- Kreppuloysnir og serskipanir, ið forða kappingarføri skulu niðurlagast yvir ávíst áramál uttan at gera seg inn á rættindi hjá borgarum.

Fiskivinnupolitikkurin eftirmetast
- Veiðitrýstið undir fiskidagaskipanini skal eftirmetast og regulerast, stovnsrøktini at frama.
- Kanningar av umhvørvisavleiðingum á korall-økir skulu gerast og neyðug tiltøk setast í verk.

Íverksetan og nýskapandi vinnulív
- Tað almenna skapar karmar og eggjar til íverksetan og nýskapandi vinnur.
- Tryggjast skal, at tað er lætt at seta á stovn nýggj virki.

Persónligt frælsi
- Borgararættindi, skyldur, frælsisrættindi og mannarættindi verða ásett í grundlóg og í dagførdari sivilrættarligari lóggávu.
- Lógirnar um ómynduggering, verjar og tvingsil verða dagførdar.
- Minnilutabólkar verða vardir.

Rættartrygd hjá øllum borgarum
- Lógarupprudding við atliti til rættartrygd.
- Víðfevnt alment innlit í almennu fyrisitingina.
- Greiðar avleiðingar av skeivari fyrisiting verða tiknar.
- Brúkararaumboðsmaður verður settur á stovn.
- Føroyska dómsvaldið og fyrisitingarligar avgerðir verða regluliga dygdarmettar av altjóða stovnum.

Fakliga styrkt almenn fyrisiting
- Almenna fyrisitingin verður eftirmett og endurskoðað til tess at styrkja fakligu økini og rættartrygdina.

Javnstøða
- Hagtøl og gransking um javnstøðumál
- Javnstøðupolitikkur fyri alt samfelagið