Verulig hjálp til sjálvhjálp

Í serblaðnum um North Atlantic Fish Fair er áhugaverd søga um eina hending, sum fór fram fyri 6-7 árum síðan, tá Kári Johannesen, sáli, gav einum rumenara maskinurnar, sum Hydro Tech á Eiði átti og brúkti til framleiðslu av besløgum til aliringar Søgan er í stuttum, at eftir eina av teimum mongu ferðunum, sum føroyingar hava verið í Rumenia við klæðum, gjørdi Kári Johannesen, sáli, sum átti KJ-Hydraulik, av at geva einum manni í Rumenia maskinurnar hjá Hydro Tech á Eiði.

Hetta vóru maskinur, sum teir tá brúktu til framleiðslu av besløgum til aliringar.

Fyritøkan á Eiði hevði framleitt besløg í nøkur ár, men torført hevði verið at fingið lønandi vinnu í hesa framleiðslu, tí kappingin var hørð.

Heimaftur komin av eini ferð í Rumenia, gjørdi Kári av at koyra maskinurnar upp í ein lastbil og senda tveir mans niður til Rumenia við teimum.

Hann hevði stórt álit á rumenanum, Karl Staotz, og farnu árini hava víst, at maðurin sveik ikki hansara alit.

Hetta var í einum fátækum parti av landinum, sum var rakt av herviligum arbeiðsloysi.

Virksemið hjá rumenanum byrjaði í einum bilhúsi ella einum skúri, men nú fyri einum góðum ári síðan kundi hann taka í nýtslu nýggjan smiðjubygning, sum er einar 350 fermetrar stórur.

Í dag hevur hann 14-16 fólk í arbeiði, og seinastu árini hevur fyritøkan hjá honum, Karlo Tech, framleitt besløg til alivinnuna í Føroyum og okkara grannalondum. Haraftrat hevur fyritøkan avtalu við Idé Møblar um framleiðslu av knagum og við Oilwind í Miðvági um framleiðslu av ymiskum rustfríum.

Hendan søgan er ókend millum tey flestu og er ein søga um, hvussu hjálp til sjálvhjálp kann tæna bæði tí, sum gevur ? og tí, sum fær.

Avgerðin hjá Kára Johannesen, sum doyði av sjúku 52 ára gamal í 2001, gjørdi, at nakrar familjur í Rumenia fingu eitt varandi livibreyð, samstundis sum KJ-fyritøkan framhaldandi kundi selja besløgini í kapping við aðrar.