Veruleikin er størsta trýstið

? Robinson í ár hevur verið ein stór uppliving. Eitt stórt ævintýr. Tað hevur verið hart. Ikki bara svongdin og svikaráðini, men veruleikin hevur verið størsta trýstið. Serliga fjølmiðlarnir, sigur Jørgen Kløcker úr Robinson Ekspeditionen 1999 og 2002

Tey, sum fylgja við í Robinson í ár, kenna øll Jørgen Kløcker. Hann er ein av teimum seinastu luttakarunum, sum er eftir á ekspeditiónini í ár, og er hann ógvuliga vælumtóktur millum hyggjararnar.
Jørgen Kløcker var við í Robinson í 1999, og er hann aftur við í ár, í tí seinasta útspælinum av Robinson hjá TV3 ? Det Endelige Opgør.
Á hesum seinasta yvirlivilsistúrinum eru bert luttakarar, sum hava áður verið við á fýra teimum fyrstu túrunum, og er vinningurin hesaferð eisini væl størri enn seinast. Ein heil millión er at vinna, og Jørgen Kløcker er ein av teimum fimm, sum er komin heilt nær hesi milliónini ? í øllum førum higartil.
? Robinson í ár hevur verið eitt risaupplivilsi fyri meg. Eitt ævintýr. Tað hevur verið ógvuliga hart. Tá tosi eg ikki um svongdina og svikaráðini, men um veruleikan, tá tú kemur aftur frá Robinson, sigur Jørgen Kløcker við Sosialin.
Kløcker er í løtuni staddur í Spania, har hann er gestalærari á einum skeiði hjá Service & Co. Hin gestalærarin er Lasse Rungholm, sum eisini er við í Robinson í ár, men longu er farin út.
? Veruleikin er tað størsta trýstið. Mátin fjølmiðlarnir taka alt upp á. Her hugsi eg serliga um Se & Hør, sum hevur ein undarligan máta at føra fram søgur, greiðir Kløcker frá.
Jørgen Kløcker hevur sum fleiri onnur úr Robinson eisini hava gjørt, stevnt vikublaðnum Se & Hør.
? Sjálvt um eg ikki eri týpan, sum plagi at øsa meg, so havi eg kent meg noyddan til at stevna teimum. Tey skriva bara lygisøgur, sum ganga útyvir gentu mína, son mín og foreldrini hjá mær, og tað vil eg ikki hava.

Øðrvísi

Robinson Ekspeditiónin eitur í ár Det Endelige Opgør. Hetta kemst av, at hetta er seinasta útspælið frá TV 3, hvat Robinson viðvíkur, og hava allir luttakararnir í ár áður verið við í Robinson.
? Í ár er spælið øðrvísi. Hetta kemst av, at øll hava verið við fyrr, og tí hava tey lagt eina ætlan um, hvussu tey ætla sær at gera. Men so henda nøkur óvæntað ting frá síðuni hjá TV 3, og hetta ger, at spælið útviklar seg øðrvísi, sigur Jørgen Kløcker.
? Og tá spælið útviklar seg øðrvísi, so verða tey veikari, og byrja upp á onnur ting, sum til dømis at tapa við vilja. Spælið hevur verið ótespiligari og meira kontant hesuferð.
Spurdur um, hvør harðasta avbjóðingin í Robinson hevur verið hesuferð, vendir Jørgen beinanvegin aftur til fjølmiðlarnar.
? Eg havi havt ógvuliga ringt við at skilja Se & Hør, og hvussu nakar, sum arbeiðir har, klárar at síggja seg sjálvan í speglinum. Tað hevur verið tað harðasta trýstið við Robinson hesuferð. Eg havi ilt við at skilja, hvussu nakar kann arbeiða á handan hátt. Tey skriva lygisøgur, sum ganga útyvir familjuna hjá mær, og tað havi eg ringt við at taka, sigur Robinson-luttakarin.
Jørgen Kløcker sigur, at tað tók ikki so langa tíð at koma yvir ekspeditiónina kropsliga og sálarliga.
? Tað var so skjótt, vit komu útaftur, at man kom yvir tað. Men nú er tað eitt heilt annað spæl. Nú tá partarnir verða vístir, ringja fólk til hvønn annan fyri at »vaska sær um hendurnar« og siga, at »hatta havi eg ongantíð sagt«, og at tey ikki meintu tað, sum tey hava sagt. Hetta tekur nógv ting uppaftur, sum so at siga hava verið gloymd síðani vit komu aftur.
Hetta er seinastu ferð TV 3 ger eina Robinson Ekspeditión. Men Kløcker sigur, at um hann hevði fingið møguleikan, so hevði hann ongantíð í lívinum farið aftur á eina tílíka ekspeditión.
? Aftaná ekspeditiónina í 1999, segði eg, at nú var nóg mikið. Men hóast tað, so fór eg við í hesa seinastu ekspeditiónina. Tá tú spyrt meg nú, so sigi eg, nei, ongantíð í lívinum. Men sum eg kenni meg sjálvan, so skal eg ikki avvísa, at eg møguliga kundi funnið upp á, at verið við aftur. Alt eftir, hvussu konseptið hevði verið, sigur Jørgen Kløcker at enda.
Nú kunnu Robinson-hyggjarar bara bíða eftir, og síggja, hvør tað verður, sum fer avstað við milliónini. Finalan verður 2. desember.

Myndatxt: Frá vinstru: Lasse Rungholm, Sámal Bláhamar og Jørgen Kløcker. Myndin er tikin í Spania, har Lasse og Kløcker eru gestalærarar á einum skeiði, sum Sámal Bláhamar millum onnur luttekur á

----

Fakta:

Navn: Jørgen Michael Kløcker

Aldur: 35 ár

Bústaður: Birkerød

Var við í Robinson Ekspeditiónini í 1999, har hann varð valdur út sum nummar átta

Tá hevði Kløcker verið við í 26 dagar.

Hetta er fimta árið á rað, at TV 3 ger eina Robinson Ekspeditión

Ekspeditiónin í ár er tann seinasta í røðini

21 luttakarar hava í ár kappast um eina millión krónur