Kapping eftir kapping eru føroyingar farnir avstað við sigri í útlendskum sjónvarpi.
Guðrun Sólja Jacobsen sang seg fram um øll hini í Stjerne For En Aften. Jógvan Hansen var bleiktrandi stjørnan í íslendsku X Factor kappingini. Linda Andrews vann, og Anna Nygaard var stórur profilur í donsku X Factor kappingini. Gunnar Mikkelsen vann Stjerne For En Aften, og Vígdis Hentze Olsen vann dansikappingina Kan Du Danse.
Men hvussu er veruleikin, tá ið ljósini eru sløkt, og hesir talentríki føroyingarnir skulu royna seg í veruliga lívinum?
Vit hava leitað aftur á slóðina, funnið nakrar av profilunum og spurt teir um, hvussu tað var at luttaka í kappingum, og hvussu tíðin eftir kappingarnar hevur verið.
Aðrir føroyingar, sum hava luttikið í stórum kappingum.
Vígdis Hentze Olsen, vinnari av kappingini Kan du danse í 2006
Jógvan Hansen, vinnari av íslendska X-Factor í 2007