Veruleikin betri enn hugskotið

Stigtakararnir til Føroya størstu sølustevnu siga, at undirtøkan fyri stevnuni gjørdist nógv størri, enn teir nakrantíð høvdu roknað við

 

Runavík: Annar arbeiðir sum hjálparfólk, og hin er stjóri í privatari fyritøku. Annar er formaður í ítróttarfelag, meðan hin er virkin vinnulívsmaður.

Saman eru teir tó upprunin til størstu sølustevnuna, sum nakrantíð hevur verið fyriskipað í Føroyum. Talan er sjálvandi um fiskvinnumessuna, North Atlantic Fish Fair, sum verður í Runavík í komandi viku.

? Eg havi skipað fyri onkrum sølustevnum, og fyrrverandi borgarstjórin í Runavík helt, at tað hevði verð gott at gjørt eina fiskivinnustevnu. Hetta hugskotið helt eg vera gott og fór í holt við tað, greiðir Andrias Jacobsen frá.


Størri enn hugskotið

Hann vendi sær til Áka í Skemmuni, sum er stjóri í Eysturoyar Heilsølu, og teir báðir fóru síðani í holt við at gera hugskotið til veruleika.

? Vit tosaðu við almennar myndugleikar og fyritøkur fyri at finna fram til rætta leistin, og tá vit hildu okkum hava eitt liðugt hugskot, bóðu við Virkisráðgeving snøgga tað til og standa fyri fyrireikingunum, sigur Áki í Skemmuni.

? Hóast vit upprunaliga hugsaðu um eina altjóða fiskivinnustevnu, so hevur undirtøkan fyri stevnuni verið størri, enn vit nakrantíð roknaðu við. Stevnan er í grundini størri enn hugskotið var at byrja við, sigur Áki.


Stevnan má eydnast

Bæði Andrias og Áki vóna, at fiskivinnumessan verður afturvendandi tiltak í Runavík.

? Hetta er fyrsta stevnan av slíkum slagi, og tí hevur tað so ómetaliga nógv at siga, at alt eydnast væl. Um alt ikki er í lagi, so kunnu vit líka so væl gloyma at endurtaka stevnuna, heldur Áki í Skemmuni.

? Vit kunnu ikki kappast í stødd við aðrar altjóða stevnur av hesum slagi, men vit ætla at kappast í góðsku, og vit hava eisini onkrar fyrimunir fram um aðrar, heldur hann.

Flótandi framsýningin á stevnuni er nakað, sum aðrar líknandi stevnur ikki kunnu bjóða fram.

? Tað hevur gingið óvæntað væl við fyrireikingunum, og nú vóna vit, at alt fer at ganga eftir vild teir dagarnar, tá sjálv stevnan verður.