Jákup Lindenskov
??????????????????
Málið um limaskap í Norðurlandaráðnum er nú aftur á breddanum.
Tjóðveldisflokkurin er firtin, tí teir fáa ikki sess í ráðnum.
Føroyar vóru ikki umboðaðar í Norrøna Ráðnum fyrr enn í 1973. Tað var tí, at vit dugdu ikki at síggja veruleikan í eyguni.
Ikki fyrr enn formaður Javnaðarfloksins P. M. Dam gjørdi vørr í sjógvin á fundi í Reykjavík í 1963 og skar út í papp fyri Norðurlandafundinum, hvørji krøv og hvørja støðu føroyingar høvdu til málið, tá fór at bragda. Petur Mohr Dam var tá fólkatingsmaður og møtti í Norrøna Ráðnum sum varamaður í donsku sendinevndini.
Í 1969 leggur løgtingsformaðurin J. Fr. Øregaard fram uppskot til samtyktar um, at løgtingið góðkennir, at Føroya umboð í Norrøna ráðnum verða vald soleiðis:
Føroya Løgting velur millum limir sínar tveir limir og tveir tiltakslimir, og Føroya Landsstýri velur ein av sínum limum sum umboðsmann.
Hesir limir og umboð verða partur av sendinevnd Danmarkar og fáa sama status sum aðrir limir og umboð.
Í 1966 hevði løgtingið samtykt: »Løgtingið heitir á ríkisstýrið um at skipa so fyri, at Føroya løgting og Føroya Landsstýri fáa umboðan í Norrøna ráðnum, soleiðis at umboðini verða vald ávikavist av Føroya Løgtingi og Føroya Landsstýri.
Men hóast landsstýrið legði málið fyri ríkisstýrið og danski forsætisráðharrin síðani legði málið fyri ráðharrafund í Helsingborg í apríl í 1967 við tilmæli, at Føroyar fingu eins sjálvstøðug umboð, sum hini limalondini, varð spurningurin hjá Álandsoyggjunum bundin saman við føroysku umboðanina og samtykt varð, at øll londini skuldu verða samd. Síðani varð samráðst um eina loysn, hesi uppskot vóru tá frammi undir samráðingunum:
a.tey sjálvstýrandi umráðini ? Álandsoyggjarnar og Føroyar fáa somu støðu sum Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki.
b. Limir av Føroya Løgtingi og landstingi Álands fáa tryggjað rættin at vera partur av donsku og finsku sendinevndunum. Hin vegin skuldi kanska eisini limir av Føroya Landsstýri og landsstjórn Álands kunna knýtast at donsku og finsku sendinevndunum.
c.Álensku og føroysku limirnir í fólkatingi Danmarkar og ríkisdegi Finnlands skuldu við internari danskari og finskari lóggávu tryggjast rættin til permanent at vera partur í viðkomandi sendinevnd.
d.Áland og Føroyar fáa onkran observatørstatus t. d. á tann hátt, at limir av fyrisitingarligu og lóggevandi myndugleikunum fáa talu- og umenn ikki uppskots- og atkvøðurætt undir viðgerðunum í ráðnum.
Tingnevndin mælir einmælt ríkisstýrinum til at taka undir við, at løgtingið velur tveir limir av ráðnum og tveir tiltakslimir, og at landsstýrið velur ein umboðsmann. Hesir tríggir saman við teimum, sum fólkatingið og ríkisstýrið velur, er sendinevnd Danmarkar. Teir føroysku limirnir og umboðið fyri landsstýrið hava somu støðu sum teir tilsvarandi donsku limirnir og umboð.
Við atkvøðugreiðsluna 14. oktober í 1969 samtykti løgtingið uppskotið við 14 atkvøðum, seks atkvøddu nei, tað var Tjóðveldisflokkurin og Kjartan Mohr, og seks atkvøddu ikki, tað var Fólkaflokkurin.
Okkara limaskapur í Norrøna Ráðnum var sostatt samtyktur av Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum.
Orðaljóðið, at vit skuldu vera partur av donsku delegasjónini varð eftir uppskoti frá Javnaðarflokkinum í landsstýrinum broytt nakað ? og ljóðar: Kongeriget Danmarks Delegation består af 16 repræsentanter, hvoraf 12 vælges af Folketinget, 2 af Færøernes lagting og 2 af Grønlands landsting.
At tjóðveldismenn vena seg, er ikki tí at teir atkvøddu fyri limaskapi í Norrøna Ráðnum, tvørturímóti?