Tað munnu vera fá, sum ikki eru samd við HUXA í tí. Hinvegin er tað ein sannroynd, at tað ikki altíð er nóg mikið, at “liggja framvið” fyri at finna arbeiði, ella ber til “at fáa sær dýrabarar royndir í landinum, sum tey nú einaferð búgva í”, síðani tað ikki bara er í Føroyum, at tað er arbeiðsloysi.
Lesandi kunnu eftir loknan lestur, eins væl og øll onnur, gerast arbeiðsleys. Um rætt skal vera rætt, so er tað meira sannlíkt, at lesandi eru arbeiðsleys í eitt tíðarbil, enn fólk, ið annars eru á arbeiðsmarknaðinum.
Tað kann ikki vera rætt at lesandi, ið hava arbeitt við síni útbúgving í fleiri ár, og vanliga ikki hava møguleika til at savna pening saman, ikki kunnu fáa ALS í Føroyum. Tað er hvørki “sexy ella lokkandi”, at verða noyddur til at liva av foreldrum sínum. Tað er heldur ikki serliga visionert av Føroyum, at lata ein bólk av føroyingum liva av donskum dagpengum, eftir at hava livað av donskum SU í fleiri ár.
At MFS vil at lesandi skulu hava møguleikan at fáa ALS, er ikki tað sama, sum at vit viðmæla fólki ALS sum eina lívsleið. Tað merkir bara at MFS metir tað vera rætt, at fólk við eini útbúgving, kunnu búgva í Føroyum, tó at tey einki starv hava alt fyri eitt.
Sum visjón er tað gott, at hugsa sum so, at lesandi ongantíð eiga at hava brúk fyri ALS gjaldi. Veruleikin er tó ein annar. Øll hava brúk fyri mati. Øll hava brúk fyri onkrum staði at búgva. Øll kunnu enda í teirri støðu, at tey ikki finna eitt arbeiði alt fyri eitt. Hví tað skal gera Føroyar minni lokkandi fyri lesandi, at tey sleppa undan at bidda frá familju og vinum, meðan tey leita eftir starvi, duga vit í MFS ikki reiðiliga at skilja.










