Fíggjarviðurskifti og framtíðar fíggjarútlit hjá kommununi
Tey, ið koma at manna eitt komandi býráð, eiga at leggja sær í geyma, at tað eru skattaborgarans peningur, sum tey umsita. Tað er altíð neyðugt at umsita pening skilagott, men tá tú umsitur pening fyri onnur enn teg sjálvan, so er tað serliga týdningarmikið at umsita hann skilagott. Kommunan fær í høvuðsheitum inntøkurnar frá skatti, sum kann býtast í tríggjar partar:
• A-skattur
• Partafelagsskattur
• Eftirlønarskattur
Samlaði skatturin hjá kommununi hevur tey seinastu árini verið spakuliga vaksandi og er nú komin á leið til tær 115 mió.
Hesar inntøkurnar eru so til at húsast við, og verða tær brúktar til:
• rakstur
• íløgur
• fíggjarkostnað
Tey seinastu 4 árini hevur tað prosentvísa býtið millum omanfyri nevndu øki verið á leið 70% til rakstur, 15% til íløgur og 15% til fíggjarkostnað.
Raksturin hjá eini kommunu fyllir sera nógv, og nógv av rakstrinum er meira ella minni bundin. Tá raksturin fyllir so nógv, so er sera umráðandi at hava ein so góðan og sunnan rakstur sum gjørligt, og neyðugt er støðugt at ansa eftir, at raksturin liggur á tí røttu leguni.
Fíggjarkostnaðurin hjá kommununi er rættiliga støðugur, tí nógv tann størsti parturin av láninum eru til fasta rentu. Samanumtikið kunnu vit siga, at vit hava eina góða fígging av teimum lánum, ið kommunan hevur. Eftir verandi avtalum niðurgjalda vit skuldina við uml. 8 mió. um árið, og verður skuldin við árslok 2012 uml. 105 mió.
Íløgurnar. Tað, sum ikki verður brúkt til rakstur og fíggjarkostnað, er eftir til íløgur. Ein so stór kommuna sum okkara hevur allatíðina brúk fyri at gera íløgur – eisini stórar íløgur – og tí er sera umráðandi, at peningur er tøkur til hetta. Vit hava fyri neyðini at gera íløgur á øllum økjum.
Samanumtikið kunnu vit tí siga, at komandi býráð kemur at hava fíggjarligt rásarúm og møguleika at gera íløgur fyri 90 - 100 mió., treytað av - sjálvandi, at tann fíggjarliga gongdin verður nøkunlunda tann sama, og teir komandi politikararnir megna at halda rakstrinum og fíggjarkostnaðinum í tryggari og skilagóðari legu.
Vísandi til undanfarnu greinar, so er niðurstøðan heilt greið:
Neyðugt verður at
• hava skynsama og neyva fíggjarstýring
• gera langtíðar fíggjarætlan
• gera langtíðar rakstrar- og íløguætlanir við raðfestingum
Megna vit hetta, so verða gróðrarlíkindini góð í kommununi og slagorðini: Runavíkar kommuna – ein kommuna í menning – tey koma framhaldandi at vera veruleiki.
Endamál og ynski mítt er, at Runavíkar kommuna framhaldandi skal vaksa og mennast, og at vit bjóða okkum fram bæði í heimligum og altjóða umhvørvi.