Veruleikar í og hugsjónir fyri Runavíkar kommunu (2. partur av 5)

Øki 1 (Kommunal fyrisiting):
Kommunala fyrisitingin eigur allatíðina at mennast. Vit hava fyri 1½ ári síðani sett á stovn mentanardeild og hava nú eina heila fyrisiting, t.v.s. vit hava fíggjardeild, sosiala deild, mentanardeild og tekniska deild. Samanumtikið kunnu vit siga, at fyrisitingin virkar væl. Tey seinastu tvey árini hava vit eisini brúkt orku upp á at fáa dagført teldukervið, samstundis sum vit hava fingið nýggja journalskipan. Hetta hevur kravt nógv av starvsfólkunum, men nú eru vit við at koma á mál við hesi umskipan. Vit arbeiða allatíðina við at menna fyrisitingina, og endamálið er, at vit skulu vera í fremstu røð og, at borgararnir fáa bestu tænastu.

Øki 2 (Almanna- og heilsumál):
Hetta er eitt stórt øki, sum er merkt av, at fleiri av tænastunum eru tvíbýttar, tá um tann fíggjarliga partin ræður, t.v.s. útreiðslurnar verða býttar millum land og kommunu. Gongdin tey seinnu árini hevur verið tann, at landið minkar sín part ella tekur hann heilt burtur á nøkrum av hesum økjum. Hetta hevur verið strævið, og hevur kommunan tí stundum bara tikið alt á seg – t.d. við eldratilhaldinum, har øll játtanin varð strikað í einum, og kommunan sjálv stovnsetti eitt eldratilhald. Á hesum økininum eiga vit allatíðina at fylgja væl við og tryggja, at okkara borgarar fáa ta tænastu, teir hava rætt til.
Tann stóra avbjóðingin á hesum økinum fyri tíðina er yvirtøkan av eldraøkinum, sum landsstýrið hevur boðað frá, verður 1. jan. 2014. Eldraøkið er eitt sera týdningarmikið øki, sum eg onga løtu ivist í, at vit klára at umsita, men altavgerandi er, at kommunan heilt greitt veit, hvat hon gongur inn til við hesi yvirtøku. Her eru nógvir spurningar at svara og nógv ivamál at loysa, áðrenn yvirtøkan kann gerast veruleiki. Her eigur kommunan gjøgnum KSF at tryggja sær, at t.d. fíggingarleisturin er púra greiður. og at kommunan kann taka undir við honum, áðrenn yvirtøkan kann verða framd.

Øki 3 (Børn og ung):
Á hesum økinum eru stórar íløgur gjørdar í nýggjar bygningar tey seinastu árini. Hølistørvurin er rímiliga væl nøktaður, men eitt sindur vantar í enn, til vit kunnu siga, at nú eru vit komin á mál.
Týdningarmikið er, at námsfrøðiligi parturin er á høgum støði, og her eru vit í fremstu røð.
Barnafrádrátturin er hækkaður úr kr. 4.000,- upp í kr. 4.500,- og væntandi verður hann kr. 5.000,- frá 1. jan. 2013. Systkinafrádráttur er eisini innførdur. Á hesum økinum eiga vit allatíðina at fylgja væl við og gera tað, vit megna, at gera barnafamiljunum tað so liviligt sum møguligt.
Í okkara kommunu hava vit tilboð um frítíðaransing til fyrsta flokk, meðan fleiri aðrar kommunur hava tilboð um frítíðaransing fyri annan flokk eisini. Enn hava vit ikki megnað at veita tilboð til annan flokk, men er tað avgjørt eitt mál, sum arbeitt eigur at verða við í komandi valskeiðið, og vónandi verður hetta til veruleika, soleiðis at vit fáa veitt eins góða tænastu á hesum økinum sum aðrar kommunur.
Ungdómshús hava vit saman við Nes kommunu og virkar tað rímiliga væl, og verður tað eisini væl vitjað av ungdómi úr okkara kommunu. Tað, sum vit mangla, er eitt spælistað, har ungdómar fáa møguleikan at koma inn at venja og spæla tónleik. Her eiga vit sum kommuna at hjálpa til við at loysa hendan tørvin.
Endamál og ynski mítt er, at Runavíkar kommuna framhaldandi skal vaksa og mennast, og at vit bjóða okkum fram bæði í heimligum og altjóða umhvørvi.