Øki 4 (Undirvísing):
Vit halda skúla í 4 skúlum í løtuni, og eru teir Skála skúli, Oyndarfjarðar skúli, Glyvra skúli og Skúlin við Løkin. Vit hava arbeitt fyri bestu karmum á undirvísingarøkinum, og eiga vit sjálvsagt allatíðina at syrgja fyri, at vit eru í fremstu røð, tá um hetta økið ræður. Vit hava í summar tikið avgerð í býráðnum, at allir næmingarnir í kommununi skulu ganga í framhaldsdeildini í Skúlanum við Løkin. Høvuðsgrundgevingin fyri hesi støðutakan er, at hetta er best fyri næmingin. Hetta kemur m.a. at føra við sær, at vit skulu skipa fyri skúlabarnaflutningi av vestara armi til Runavíkar. Í hesum viðfangi síggi eg møguleikan at fáa skipaðan bussflutning millum Skála og Runavík og síggi eg eisini møguleikan at knýta norðanbygdirnar í kommununi í eina slíka leið. Her er veruliga nakað at arbeiða við, sum hevði gagnað nógvum borgarum, og sum eisini hevði viðvirkað til økta felagskenslu.
Í summar byrjaði forskúli á Skála, sum ein royndarverkætlan. Ein eftirmeting verður gjørd, tá nakað er fráliðið, og eigur tá býráðið at taka støðu til, hvørt haldast skal fram ella ikki. Verður niðurstøðan, at haldast skal fram, so eiga øll børn í kommununi at fáa sama møguleika.
Øki 5 (Mentamál):
Vit hava eina fjøltáttaða mentan í kommununi. Eg kann sum dømi nevna musikkskúla, kvøldskúla, ítrótt, fornminni, bókasavn, stevnur og tiltøk av ymiskum slag. Nógv av felagsarbeiðinum er ólønt, og eiga øll tey, sum á onkran hátt eru við í slíkum arbeiði, stóra tøkk uppiborna. Hetta arbeiðið er við til at skapa trivna, so tað forslær. Kommunan roynir eftir førimuni at stuðla og vera við á mentanarøkinum í tann mun hon megnar, ásannandi at hetta er eitt sera týdningarmikið øki. Kommunan eigur framhaldandi at stuðla mentanini.
Sum nokk øllum kunnugt, so byggir kommunan nýggja og snotiliga fimleikahøll. Hetta er ikki “bert” ein fimleikahøll, men ein høll, sum kann og eigur at brúkast av nógvum fólki og til fleiri ymisk endamál. Her verða karmar, sum veruliga kunnu flyta okkum frameftir, og sum koma at geva okkum nýggjar møguleikar.
Ítróttarøkini, sum vit vara av, treingja til ábøtur, og myndugleikarnir økja krøvini til økini. Her eigur kommunan at fylgja væl við og gera sítt besta til, at umstøðurnar eru góðar.
Í mong Harrans ár hevur tosað verið um svimjihøll í Runavík, og einki er hent, sjálvt um øll ynskja sær hana og síggja tað gagnliga og neyðuga í at hava eina svimjihøll. Hvussu kunnu vit koma víðari við hesum máli? Til hendan spurning havi eg eitt uppskot um mannagongd:
• Heildarætlanin, sum verður gjørd fyri ítróttarøkið við Løkin, skal kunna siga, hvørt tað er pláss fyri eini svimjihøll á økinum. Staðseting er neyðug, áðrenn farið verður víðari, og staðsetingina eiga vit at avgera skjótast tilber
• Tá staðsetingin er avgjørd, so eigur líknandi leistur, sum hevur verið brúktur í sambandi við byggingini av fimleikahøllini, at verða lagdur til rættis og útførdur, t.e. byggiskrá, kostnaður v.m.
• Svimjihøllin eigur so at verða løgd inn í íløguætlan og fíggjarætlan hjá kommununi, soleiðis at svimjihøllin kemur á raðfestingarlistan fyri komandi íløgur
At siga nær væntast kann, at bygging av svimjihøll verður byrjað, tað er ilt at meta um, men so leingi omanfyri nevnda arbeiði ikki er gjørt, so hendir einki í hesum máli.
Endamál og ynski mítt er, at Runavíkar kommuna framhaldandi skal vaksa og mennast, og at vit bjóða okkum fram bæði í heimligum og altjóða umhvørvi.