Veruleikar, frambrot, vansar, og hugleiðingar annars um útjaðaran

Jógvan við Keldu, borgarstjóri og løgtingsmaður:

Veruleikar, frambrot, vansar, og hugleiðingar annars um útjaðaran

Tolir útjaðarin ikki eitt lítið nos frá Dimmalætting, hevur hann kortini onga framtíð

Nú ein tíð er fráliðin síðani fjølmiðlar úr miðstaðarøkinum gjørdu royndir at seta kíla inn í prátið millum útjaðarapolitikarar, haldi eg vera hóskandi at koma við nøkrum viðmerkingum, nú adventin, jólatíðin og nýggjárið er farin aftur um bak, og vit eru inni í nýggjum ári, eini nýggjari øld við framhaldandi avbjóðingum og spennandi átøkum.

Fyrst er at siga, at hevur prátið útjaðarpolitikarar eitt so veikt grundarlag, sum Dimmalætting ger tað til, at tað verður jarðlagt av fyrsta nosinum og teirra álopi, hevur hetta onga framtíð. - So verður útjaðarin - og við honum Føroyar - einki minni enn ein vanlagna.

Tað er eingin ivi í, at Jóannes Ejdesgaard við síni framferð ger royndir at vinna Javnaðarflokkinum eitt sterkari fótafesti. - Eingin kann siga hann ringan fyri tað.

Hinvegin eigur Jóannes at ansa eitt sindur eftir, hvussu hann fer við sínum egna valdømi Suðuroynni, sum hevur verið og er serstakliga illa fyri. Hann eigur at seta sær spurningin, um javnaðarpolitikkurin- og flokkurin er meira verdur enn framtíðin hjá Suðuroynni.

Tá hetta er sagt, fari eg at koma við nøkrum hugleiðingum um viðurskifti úti um landið og kanska onkrum rættleiðingum.


Brot úr frambrotum

Eingin ivi er um, at skal núverandi gongd vendast - og tað skal hon - skulu ódnartøk takast, og eg fegnist um, at skjøtil er settur á við umrøðuni av føroyska samfelagnum sum heild, og at Føroya Løgting sum fyrsta íkast til hetta hevur sett 500.000 kr. av til eitt kanningararbeiði.

Fyrst fari eg at koma við nøkrum dømum um, hvussu torført tað hevur verið, og hvussu hørð krøvini framvegis eru, fyri at fáa stovnar settar úti um landið, og hvussu trupult tað er at fáa miðstaðarfólk at skilja støðuna. - Lat meg taka dømini úr egnum umhvørvi, tað fellur lættast.

Tá landsstovnurin Trygdarmiðstøðin varð settur á stovn í Klaksvík, var Klaksvíkar Kommuna noydd at seta 600.000 kr. í stovnin fyri yvirhøvur at fáa hann stovnsettan, hóast einki rættari stað var at leggja hann, enn í Klaksvík, tí tað er her trygdarskeiðini fyri føroyskar sjómenn hava verið hildin líka frá byrjan - í eini 10 ár - og her er nøktandi umhvørvi við bæði sjómansskúla og tekniskum skúla.

Her komu álop bæði úr miðstaðarøkinum og so sanniliga eisini av Tvøroyri, uttan hetta fekk nakað serligt aftursvar hiðani. - Men serliga borðbar vóru álopini ikki, men Trygdarmiðstøðin virkar nú eftir ætlan.

Fyri at fáa landsstovnin Fjálgulon - heimið fyri autistar - til veruleika, hóast peningur á landsfíggjarløgtingslógini hevur verið avsettur í tvey ár til stovnin, var Klaksvíkar Kommuna noydd at fara inn fyribils við einki minni enn 1.1 mill. krónum, sum tó seinni verður endurgoldið. - Legg til merkis, at hetta er eitt landsmál.

Seinast var bardagin um Granskingardepilin, og tað ódnarveður, ið stóðst av honum. Her var Klaksvíkar Kommuna noydd at fara inn við umleið 1,8 mill. krónum yvir trý ár.


Tað eru landsstýrisfólk ið skilja framburð

Vit kunnu fegnast um, at vit hava landsstýrisfólk, ið skiltu málið, at føroyska samfelagið er lítið, eigur at vera livandi og kappingarført, og ikki, sum vit hava sæð, at dynamikkurin verður sentraliseraður úr samfelagnum, har fólk ofast stendur krevjandi við eini útrættari hond til at taka ímóti, heldur enn at vera gevandi.

Nei, her eigur so sanniliga vend at koma í, og ikki minst nú vit hugsa um størri sjálvbjargni. - Tí eru ikki stundir til stríð okkara millum Jóannes, men eitt dygt arbeiði og samarbeiði.

Eg fari fyrsta dagin í aðrari serstakari grein at venda aftur til sjúkrahúsmálið sum heild o.o. mál, har Jóannes Ejdesgaard royndi at gera sær dælt av eini viðgerð, hann innast inni - sum búgvin og royndur politikari - visti, ikki bar uppi.