LESTRARSTEVNA
Karmarnir vóru eitt sindur øðrvísi enn áður.
Ein lestrarstevna á einum vertshúsi. Men karmarnir eru ikki teir ringastu. Stemningurin var sum heild rættiliga góður hetta hóskvøldið, Men hølini vísti seg eina at vera nakað lítil. Áhugin var so mikið stórur, at ikki øll fingu pláss ta løtuna, flest fólk vóru á Lestrarstevna.
Ein stevna er kanska í so nógv sagt, hóast hildið var á meira enn fýra tímar.
Ikki tað bíttasta staðið at halda eina tílíka stevnu, men nakað trongt.
Absalon Eysturoy frá MFS, sum skipaði fyri Lestarstevnuni hóskvøldið, greiddi fyrst frá, at nøkur afturvendandi evni fóru at vera umrødd hetta hóskvøldið, men tey vóru eins og áður viðkomandi.
Høgni Hoydal, sum var tilstaðar sum bæði løgmálaráðharri og mentamálaráðharri, fekk turt uppá fyri at koma ov seint, og hetta vakti látur í kjallaranum í Vertshúsinum. Tiðanverri gjørdist fyrsti tímin heldur meira tungur enn skemtiligur. Byrjað varð sjálvandi nakað ov seint, og Elin Súsanna Jacobsen frá Fróðskaparsetrinum legði fyri. Hon greiddi frá um útbúgvingarmøguleikarnar á Fróðskaparsetrinum, men framløgan hjá henni gjørdist alt ov long og drúgv og eins og aðrar framløgur hóskvøldið, soleiðis at lestrarstevnan gjørdist fleiri tímar enn neyðugt.
Vegleiðing og stuðul
Men kjakið vaknaði eitt sindur, tá Terji á Lakjuni legði fram um føroyskan stuðul til lesandi. Hann vísti fyrst, hvar føroyingar lósu; síðani hvønn studning føroysk lesandi fáa samanborið við hini Norðanlondini.
? Samanlagt eru vit á sama støði sum hini Norðlanlondini. Stuðulin at lesa
uttanfyri Norðanlond er ógvuliga góður, so komu ikki og sigi, at politikararnir ikki ynskja, at tit fara út um Norðanlond at lesa, segði Terji á Lakjuni.
Hann vísti talvur, har samanberingar eru gjørdar í index og upphæddum yvir, hvat hvørt Norðanlond veitir í stuðuli.
Hesi tøl skulu takast við einum ávísum fyrivarni, men tey vísa, at føroysk lesandi eru sera væl stillaði í mun til hini londini. Serliga tá hugsað verður um, at føroysk lesandi kunnu fáa nógvan stuðul sum stuðul, men eitt nú Ísland letur allan stuðulin sum lán.
Sum føroyingur verður tú ikki roknaður sum partur av ES, hóast tú kanska hevur lisið nøkur ár í Danmark. Hetta ger, at føroyingar sjálvir skulu rinda skúlagjald uttanfyri Norðanlond, men tær fyrstu 120.000 rindar Stuðulsstovnurin.
Í eygunum hjá Stuðulsstovninum er ein føroyingur ein persónur, sum hevur búð tvey av teimum síðstu trimum árunum í Føroyum ella hevur búð helvtina av lívinum í Føroyum.
Fleiri høvdu hug at gera viðmerkingar og seta spurningar í sambandi við stuðulin til tey lesandi. Millum annað varð víst á, at tey lesandi í Danmark hava nógv fleiri sosialar fyrimunir enn tey lesandi í Føroyum.
Ein annað afturvendandi evni, sum varð umrøtt á fundinum, var, spurningurin um vegleiðing til útbúgvin fólk í sambandi at fáa arbeiði.
Holger Arnbjerg, leiðari fyri Altjóða skrivstovuna, greiddi fyrst frá, hvat arbeiðið hjá honum snýr seg um sum vegleiðari í sambandi við útbúgvingar uttanfyri Norðanlond og serliga uttanfyri Danmark.
Í sambandi við vegleiðingina nevnir Holger tveir møguleikar: Annar er at seta á stovn eina vegleiðing, sum skal halda til sentralt í høvuðsstaðnum. Ein annar møguleiki er, at vegleiðing verður latin út til útbúgvingarstovnarnar.
Provokatión
Helt Holger Arnbjerg, at tað var tørvur á tílíkari vegleiðing, so helt Kjartan Kristiansen, stjóri fyri Menningarstovuna, júst tað øvugta.
Hann gav teimum lesandi ein skarpan gang.
? Nú hava vit goldið fyri at sent tykkum á flog, og tað kann ikki vera meiningin,
at vit skulu hava fólk til at siga tykkum, hvønn veg, tit skulu flúgva, segði Kjartan Kristiansen.
Hansara orð vaktu ónøgd millum áhoyrarnar, men slepti ikki endanum kortini. Hann segði, at trupulleikin err, at tað eru ov fá arbeiði í Føroyum, og tey, sum koma heim eftir loknan lestur, mugu berjast fyri teimum arbeiðum sum eru og mugu royna at skapa fleiri.
? Tað er nógv fyri, at tit, sum hava lærdómin, skulu koma og biðja um
barnagarðar og annað. Hvat so við teimum, sum ikki hava nakra lærdóm?, segði ein provokerandi Kjartan Kristiansen, sum heldur ikki fjaldi, at hansara orð vóru ætla at vera provokerandi og íbirta kjak.?
Næsti maður at mikrofonini, Høgni Hoydal, segði seg vera fyri ein stóran part samdan við Kjartani Kristiansen.
Høgni Hoydal, sum eisini fekk orðið aftur seinni, hevði ríkiligt at fullveldispráti við í sínum framløgum. Hann helt fyri, at útbúgvingarpolitikkur ikki var høgt raðfestur í Føroyum.
? Fólk mugu koma heim og skapa sítt egna starv. Tað ber ikki til at bíða eftir, at allar umstøðurnar eru komnar í rættlag, sigur Høgni Hoydal, sum eisini helt, at ein yrkisvegleiðing kundi komið upp á tal í samstarvið millum Stuðulsstovnin, Altjóða skrivstovuna og aðrar stovnar.
Einstáttað kjak
Stóra evnið á lestrarstevnuni var barnaansing. MFS hevur ta støðu í hesum máli, at barnaansing er eitt týdningarmikið evni, sum hevur stóran týdning í avgerðini, ið lesandi taka um at flyta aftur til Føroya eftir loknan lestur. Tey fílast eitt nú á, at tað ikki ber til hjá teimum lesandi at skriva seg upp til barnaansing, áðrenn tey eru flutt aftur til Føroya.
Eitt politikst panel mannað við Heðini Mortensen frá Tórshavnar býráð og Kristinu Háfoss og Høgna Hoydal, sum umboða Tjóðveldisflokkin og landsstýrið. Samstundis er Heðin Mortensen tingmaður fyri Sambandsflokkin, og politiskar ósemjur tóku ríkiliga av tíðini. Ein eitt sindur óheppin samanseting við tveimum fólkum úr sama flokki.
Serliga Heðin Mortensen fekk nógvar spurningar vendar móti sær. Tórshavnar kommuna hevur ta støðu, at tað ?bert? eru íbúgvar í kommununi, sum kunnu skriva seg upp á bíðilistan til barnaansing. Men lesandi kunnu skriva seg upp til grundstykki.
Heðin Mortensen greiddi frá, at Tórshavnar kommuna hevur hesa støðu útfrá einum fíggjarligum sjónarmiði.
? Men Tórshavnar kommunu hevur í desember komandi ár nøkta ansingartørvin, og tískil er eingin bíðilisti, segði Heðin Mortensen.
Kristina helt, at tey lesandi eiga at kunna skriva seg upp á bíðilistan til barnaansing, hóast tey ikki búgva í kommunui. Barnaansing er kommunumál, og tískil fáa landspolitikararnir ikki gjørt so nógv við hetta.
Hon vísti á, eins og Høgni Hoydal, at umstøður hjá teimum lesandi vóru høgt raðfest, og tað eiga at vera skaptar betri umstøður. Men konkretar ætlanir vóru ikki so nógv frammi hóskvøldið.
Eftir nógvar spurningar til Heðin Mortensen, gjørdi Høgni Hoydal enda á kjakinum, tá hann bar fram, at ansingarspurningurin nú verður loystur, og hann er við at gerast ein farin tíð. Heldur eigur at verða hugt eftir bústaðarviðurskiftunum, sum eisini eru ein stórur trupulleiki hjá serliga ungum familjum.
Hóast politisk lyft um betri tíðir, fingu tey lesandi og komandi lesandi ikki teirra ynskju uppfylt, men teirra sjónarmið vórðu í øllum førum hoyrd.
Satsað upp á gransking
Síðsti røðarin, um vit kunna kalla tað røðarar, var Bárður A. Niclasen, Phd. lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
Klokkan var farin av ellivu, tá hann skuldi greiða frá sínum virksemi, og tá var tað mesta av fólkinum eisini farið ella farin at hugsa um okkurt annað. Og tað vísti seg eisini, at eingin hevði hug at seta honum spurningar, eftir at hann var liðugur at greiða frá.
Sjálvur Bárður ein av fleiri Phd. lesandi á Fróðskaparsetrinum. Hann visti at siga, at náttúruvísindadeildin í stóran mun satsar upp á Phd. verkætlanir, sum í stóran mun eisini eru fíggjaðar av oljufeløgunum. Saknur er á einum granskingarumhvørvi í Føroyum. Eisini verður nógv gjørt við at fara út um landoddarnar, soleiðis at ein ikki endar við at sita í sínum egna dunnugarði, sum Bárður A. Niclasen tók til.
Talan var um lætta og sjarmerandi framløgu, har ungi Phd´arin var greiður yvir, at tað ikki nyttar so nógv hjá honum at fara í dýpdina á sínum egnu verkætlan um numeriska aldusimulering.
Sostatt var eitt samanumtikið livandi lestrarkvøld komið at enda. Hóast tey lesandi og komandi lesandi fingu nøkur lyfti, so var eisini nakað at hugsa leingi um til til komandi stevnir.