Fótbóltur
Sjógvurin er tungur hjá VB/Sumba. Liðið hevur støðugt verið partur av niðurflytignardystinum í ár, og mánadagin góvu teir so eingi tekin um, at tann dysturin er um at vera liðugur.
Móti KÍ var liðið enntá skert, tí hvørki Evrard Ble ella Christian Solbaerg vóru tøkir til dystin. Og uttan hesar so týdningarmiklu spælararnar, megnaði liðið als ikki at standa ímóti KÍ-trýstinum. Eitt trýst sum eisini hevði til endamáls at vaska norðoyasevnutapið av sær.
At trúgvin upp á uppgávuna móti ovaru liðunum er lítil, vitnaði áskoðarafjøldin á Eiðinum eisini um. Hóast teinurin úr Klaksvík suður til Vág er drúgvur, so mundi talið av vitjandi áskoðarum vera í minsta lagi tað sama, sum tað var hjá heimamonnunum. Og undir øllum umstøðum vóru norðoyingarnir nakað væl meira ljódligir.
Sum dysturin leið, so høvdu hesi eisini alla orsøk at venja stemmubondini. Greiða yvirvágin, sum KÍ hevði, speglaðist eisini aftur í hópin av møguleikum, og ikki færri enn sjey ferðir endaði bólturin í meskunum handan Maric Dawids, sum til tíðir tykist vera settir á Mission Impossible í málinum hjá VB/Sumba.
Søgan um dystin er stutt, men í Klaksvík munnu tey fegnast um, at liðið somikið greitt kom aftur á vinnandi slóðina. Við komandi heimadystinum móti B68 í huga, er á ongan hátt óhugsandi, at liðið tá eisini fyllir sær trý stig í posan, so oddastríðið tykist framvegis vera nakað, sum KÍ vil verða partur av.
Hjá VB/Sumba er tað hin endin av talvuni, sum hugsað verður um. Teir skulu komandi umfarið í Gundadal, har B36 tekur ímóti, og so er spurningurin, hvørt suðuroyingarnir tá kunnu gera nakað við eitt av liðunum, sum vil partur av oddastríðnum.