19.000 fanatiskir heimaáskoðarar stóðu klárir í Kølnarena at heppa heimaliðið, tá ið hálvfinalan ímillum Týskland og Frakland bleiv skotin í gongd. Dysturin var heldur ikki meir enn komin í gongd, so var blóðið farið á kók hjá leikarunum. Týskararnir blivu nevniliga raktir av eini dupultari útvísing tíðliga í dystinum, og hetta fekk øði í teir. Teir megnaðu tó allíkavæl at halda høvdið kalt, og tá teir aftur blivu fullmannaðir, vóru teir bert aftanfyri við einum máli.
Frakland var oman á at kalla allan fyrra hálvleik, og sjálvt um Týskland var upp á javnleiki onkuntíð, so eydnaðist Fraklandi at fara til hálvleiks við eini eitt máls leiðslu.
<B STRONG málmenn< og verjur normal"$?$end$!$Góðar>
Í seinna hálvleiki gekk enn javnt á allan vegin. Tað, sum eyðkendi henda hálvleikin, var, at verjurnar og málverjarnir vóru ótrúliga stinn. Bæði liðini høvdu stórar trupulleikar við at finna vegin til málið, men Frakland hevði tó so at siga alla tíðina munin.
Tá ein minuttur var eftir, eydnaðist Fraklandi sum ikki einaferðat leggja seg á odda við einum máli, og so mátti Týskland í álop at fáa mál. Teir fingu brotskast, sum Markus Baur skoraði trygt, og so máttu liðini út í longda leiktíð.
<B STRONG hetjan< aftur var normal"$?$end$!$Fritz>
Yvirtíðin var akkurát líka jøvn, sum dysturin hevði verið. Í fyrra hálvleiki skiftust liðini um at skjóta mál, og støðan var eisini jøvn, tá liðini skiftu síðu. Eisini her skiftust liðini um at skjóta mál, og tá ið Holger Glandorf enn einaferð javnaði ímóti endanum av longdu leiktíðini, so var neyðugt við enn eini longdari leiktíð, og henda gjørdist dramatisk.
Aftur hesa ferð var púra javnt í fyrra hálvleiki, og tá liðini skiftu síðu, stóð enn á jøvnum. Í seinna hálvleikibleiv sera spennandi. Her fylgdust liðini eisini fyrstu løtuna, og við støðuni 31-31 fekk Týskland brotskast, meðan teir spældu við manni í undirtali. Hetta setti Markus Baur enn einaferð trygt í netið, og so var lagt upp til ein øgiligan síðsta minutt. Heta endaði alt við, at Henning Fritz sum ikki einaferð bjargaði Týsklandi við eini fantastiskari dupultbjarging í seinastu sekundunum, og so vann Týskland fyrru hálvfinaluna.










