Vertstjóðin til HM hesa ferð, Russland, hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá HM-endaspælið. Í kvøld vann Russland fyri aðru ferð, tá landið spældi annan dystin til HM-endaspælið.
Russland vann sannførandi við 3-1 sigri ímóti Egyptalandi, sum í kvøld hevði Mohamed Salah við á liðnum, eftir at hann fyri trimum vikum síðani gjørdist skaddur í Champions League fyri Liverpool móti Real Madrid.
Tað var serliga í seinna hálvleiki, at russar løgdu lunnar undir sigrinum. Russland legði seg á odda 1-0 longu tveir minuttir inn í seinna hálvleik, tá egyptiski verjuleikarin, Ahmed Fathi, var so mikið óheppin at hann beindi innlegg úr høgru síðu beinleiðis í málið.
Og longu eitt korter í seinna hálvleik, var russiski sigurin ikki í iva. Fyrst økti Denis Cheryshev til 2-0 fyri Russland og bert tríggjar minuttir seinni, økti Artem Dzyuba til 3-0 til Russland. Egyptaland fekk minka um munin 17 minuttir fyri leiklok, tá stóra stjørnan, Mohamed Salah, umsetti brotsspark til mál.
Sostatt er Russland fyrsta landið til hetta HM-endaspælið, sum longu hevur spælt seg víðari úr bólkaspælinum. Upptaktin til HM-endaspælið hjá Russlandi var annars ikki hin besta, og tað vóru fleiri, ið væntaðu at Russland ikki fóru at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Men við 5-0 sigri á Saudri Arabia og 3-1 sigri á Egyptalandi, hava russar víst, at teir skulu takast í álvara til hetta HM-endaspælið.
Í morgin kann vera greitt hvørji bæði lið spæla seg viðari úr bólki A. Tá spæla Uruguay og Saudi Arabia, og um Uruguay vinnur sum væntað, er longu greitt hvørji at Russland og Uruguay vinna seg víðari úr bólkinum aftaná tveir dystir.
Russland – Egyptaland 3-1 (0-0)
1-0 Ahmed Fathi, 47.
2-0 Denis Cheryshev, 59.
3-0 Artem Dzyuba, 62.
3-1 Mohamed Salah (Brotsspark), 73.









