Vertirnir í hálvfinaluni

Suður Korea hevði ikki vunnið HM-dyst undan endaspælinum, men nú hava teir vunnið seg fram til hálvfinalunar

HM-fótbóltur

Tað var ringt lag á spaniólum, eftir at teir leygardagin máttu ásanna, at teir aftur hesas ferð gjørdist ov stuttir at røkka avgerandi dystunum í einum HM-endaspæli.
Neyvan hava møguleikarnir nakran tíð verið so góðir, sum hesa ferð, nú teir møttu Suður Korea, sum hevði tikið øll á bóli við yvir høvur at hava vunnið seg til fjórðingsfinalurnar, men heldur ikki hetta hjálpti spaniólunum.
Tað var kanska heldur ikki tapið, sum fekk spaniólarnar at illneitast, men heldur hátturin, sum hetta kom uppá. Tvær reisur høvdu teir bóltin í málinum, og tvær reisur fullu óskiljandi dómar, sum tóku málið frá teimum aftur. Fyrru ferðina dømdi dómarin fríspark, tá koreanar annars gjørdu sjálvmál, og seinnu ferðina varð bólturin dømdur at vera uttanfyri, áðrenn Morientes stútaði í kassan, hóast sjónvarpsupptøkurnar greitt vístu, at bólturin væl og virðiliga var innan fyri linjuna.
Sostatt gjørdi neyðugt við brotssparkskapping, og tá blaðungi Joaquin brendi fjórðu sponsku royndina, kundi Myung-Bo avgera alt við seinasta sparkinum.

Suður Korea-Spania 5-3 eftir longda leiktíð og brotsspørk
1-0: Hwang Sun-Hong (br.), 120
1-1: Fernando Hierro (br.), 120
2-1: Park Ji-Sung (br.), 120
2-2: Ruben Baraja (br.), 120
3-2: Seol Ki-Hyun (br.), 120
3-3: Xavi Hernandez (br.), 120
4-3: Ahn Jung-Hwan (br.), 120
5-3: Hong Myung-Bo (br.), 120