Versta byrjan hjá eini stjórn í 40 ár

Helle Thorning hevur fingið ta ringastu byrjanina sum hugsast kann. Men hon fær fleiri møguleikar at rætta upp á ta ringu byrjanina. Tað metir politiski eygleiðarin, Hans Engell.

Sambært honum skal ein heilt aftur til oljukreppuna og Anker Jørgensen fyri at finna ein forsætisráðharra, sum fekk eina eins ringa byrjan og Helle.

Ákærur um lyftisbrot, innanhýsis ósemjur og annað, hava gjørt sítt til at flest danir nú, ein mánað eftir stjórnarskiftið, vilja hava Løkke aftur til róðrið.

- Eftir eitt 10 ára langt skeið við VKO-meirilutanum, er talan um eina sera ringa byrjan hjá teirri nýggju stjórnini, metir Hans Engell.

Men hann er tó sannførdur um, at Helle fær fleiri møguleikar at broyta hugsanina hjá fólki teir næstu mánaðirnar.

Um stutta tíð kemur nýggja stjórnin við sínum uppskoti til fíggjarlóg, og um samráðingarnar við Eindarlistan ganga væl, fer tað at hjálpa stjórnini væl á veg. Og megnar hon væl at stjórna ES, tá Danmark fær formanssessin á nýggjárinum, fer tað uttan iva eisini at bøta um støðuna.

- Tað fara at ganga nakrir mánaðir áðrenn byrjanin til fíggjarpolitikkin hjá stjórnini fer at vísa seg. Men um tølini fyri arbeiðsloysið og vøksturin fara at venda rættan veg til várs aftur, so fer alt rumsterilsið við brotnum lyftum at verða gloymt, sigur altso Hans Engell.