Fiskiskapurin hjá føroyskum skipum stendur bara við og versnar. Her verður hugsað um fiskiskapin eftir botnfiski.
Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at fyrsta ársfjórðing í ár avreiddu føroysk skal enntá eitt sindur minni enn í sama tíðarskeiði í fjør og í fyrrárið
Men samansetingin er broytt rættiliga fitt. Hagstovan sigur, at av teimum týdningamestu fiskasløgunum, vaks nøgdin av toski ein triðing, og upsin minkaði 13 prosent.
- Hýsan kvinkaði eitt vet uppeftir, men seinastu árini hevur nøgdin av hýsu verið serliga lág.
Av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, er nøgdin minni í ár enn í fjør, ávikavist 43 prosent og 30 prosent minni.
Hinvegin eru 11 prosent meiri av flatfiski avreidd í ár, og afturímóti í fjør, er væl meira av svartkalva avreitt.
Viðvíkjandi toskinum skal havast í huga, at toskurin, sum er fiskaður á Flemish Cap, er við í tølunum
Men er fiskiskapurin minkaður, eru afturímóti ábendingar um, at fiskaprísirnir yvirhøvur roynast betri í ár enn í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í ár var virðið á tí, sum varð avreitt, góðar 22 milliónir krónur størri enn í fjør, tað er ein vøkstur á 13 prosent, sigur Hagstovan.