Versárið byrjaði í gjár

Magnus Heinason byrjar nú uppá kanningarætlanina fyri 2012. Aftaná at hava ligið síðani november, tá ið siglingarætlanin í fjør var liðug, fer Magnus Heinason nú sín fyrsta túr fyri í ár, og mynstrar manningin nú 15. februar.

Endamálið við túrinum er at fylgja við broytingum í havinum kring Føroyar. Túrurin er ein partur av teimum árligu, regluligu kanningunum eftir standardskurðum.

Talan er í ár um 26 kanningar, harav tær allarflestu eru rannsóknir, men eisini verða gjørdar nakrir túrar við praktiskum fiskiskapi, skrivar Havstovan á heimasíðu síni.