Hóast umsetningurin hjá donsku byggifyritøkuni MT Højgaard var 8,3 milliardir krónur í fjør, var avlopið ikki meiri enn góðar 100 milliónir krónur fyri skatt. Tað vísir roknskapurin, sum varð lagdur fram í dag.
Úrslitið í fjør var munandi lakari enn í 2009, tá avlopið var 307 milliónir krónur. Kristian May, stjóri, ásannar, at felagið rakk ikki tí máli, sum leiðslan hevði sett sær, men at leiðslan kortini kann góðtaka úrslitið, soleiðis sum viðurskiftini á marknaðinum hava háttað seg.
Sambært danska kringvarpinum hevur MT Højgaard nógvar uppgávur fyri framman, og tí væntar felagið, at virksemið verður størri í ár enn í 2010, hóast avbjóðingar framvegis eru.
MT Højgaard, sum hevur fleiri arbeiði í Føroyum, væntar, at umsetningurin í ár verður 9,5 milliardir krónur.