Nú Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, var og vitjaði, skipaði Zakarias Wang fyri einum mótmælisfundi á Vaglinum, har hann sjálvur var røðari.
Í røðuni segði hann, sambært fjølmiðlunum, at Poul Nyrup Rasmussen er verri enn Hitler.
Tað letur til, at í Danmark hava summi misskilt hetta soleiðis, at tiltakið og orðalagið hjá Zakariasi Wang umboðaðu tann frælslynta vongin í føroyskum politikki, tvs. eisini Tjóðveldisflokkin.
Hóast eg ikki rokni við, at sama misskiljing ger seg galdandi í Føroyum, haldi eg meg kortini sum løgtingsmann fyri Tjóðveldisflokkin vera noyddan at gera vart við, at hvørki Zakarias Wang, hansara fólkaítak, tjóðfundur ella hetta ófantaliga orðalagið um Poul Nyrup Rasmusen hava nakað sum helst við Tjóðveldisflokkin at gera.
Finnbogi Ísakson