Verri enn eg stúrdi fyri

 

Fíggjarlógin, sum samgongan hevur lagt fram fyri næsta ár, er verri enn eg stúrdi fyri.

Tað er skoðsmálið, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi gav fíggjarlógini hjá BADH samgonguni á Rás2 í dag.

Høgni Hoydal sipaði til ætlanina um flatskatt og ætlanina um at skatta pensjónir við inngjald.

- Men tær raðfestingarnar, sum annars eru á fíggjarlógini, venda sosialt skeivt, segði Høgni Hoydal og sipaði til ætlanina um at almannaveitingar ikki skulu hækkast í samsvari við prístali.

- Hetta boðar ikki frá góðum, segði hann.

Hann fýltust eisini á ætlanina um at skerja íløgurnar, sum annars kundi skapt arbeiðið og samstundis er ætlanin at hækka raksturin.

- Sostatt verður skatturin, sum kemur inn við at skatta pensjónir við inngjald, brúkast til at økja hallið á fíggjarlógini enn meiri.

Skuldu pensjónirnar endiliga skattast, hevði tað verið frægari at brúkt inntøkurnar til at minkað um hallið á fíggjarlógini ístaðin fyri at lata tað í skattalætta til tey, sum hava høgar inntøkur frammanundan.

Tað verður heldur onki gjørt í fíggjarlógini fyri at nýskipa fiskivinnuna, skúlaskipanina, kommunubygnaðin og aðrar skipanir í samfelagnum fyri at fáa javnvág og avlop í almenna húsarhaldinum, helt Høgni Hoydal í Rás2.