Hjalmar Johannesen, sum altso tapti finaludystin móti vinmanninum, staðfesti, a tað sjálvandi er øðrvísi at berjast móti einum, sum tú kennir somikið væl.
- Vit hava jú vant saman øll árini, so vit hava barst øgiliga nógvar dystir móti hvørjum øðrum. Og tað ger tað sjálvandi heilt øðrvísi, enn um tú berjist móti onkrum frá einum av hinum oyggjunum.
Men hvussu er at berjast móti onkrum, sum tú kennir somikið væl. Hevur mann ikki lyndi at taka synd í vinmanninum, um hann verður kastaður ov hart?
- Tað haldi eg ikki. Tað ger bara, at tú leggur uppaftur meira fyri í royndunum at vinna, og beint nú hevði tað kanska verið frægari, um eg hevði tapt móti onkrum heilt øðrum. Men ok. Nú verður gullið so hjá Føroyum, so kanska er tað ikki heilt so ringt kortini, staðfesti Hjalmar Johannesen.