Vero Moda nýggjan eigara

Lars og Hanna Müller hava yvirtikið handilin Vero Moda í SMS, sum Anna Maria Nyby hevur rikið í fleiri ár. Tað skrivar heimasíðan hjá SMS.

 

 

Handilin æt Good Look, áðrenn hann skifti navn til Vero Moda. Bæði Lars og Hanna Müller hava havt sína dagligu gongd í SMS í mong ár. Anna Maria Nyby hevur havt handil í SMS síðan 1977, tá ið SMS byrjaði, og Lars Müller hevur starvast í SMS síðani 1994 og hava Hanna og Lars Müller rikið egnar handlar síðani 2000. Vero Moda er partur av donsku klædnafyritøkuni Bestseller, ið eisini útvegar øðrum handlum hjá Lars Müller klæðir.