Lars og Hanna Müller hevur yvirtikið handilin Vero Moda í SMS, sum Anna Maria Nyby hevur rikið í fleiri ár.
Handilin hevði heitið Good Look, áðrenn hann skifti navn til Vero Moda. Bæði hava tey havt sína dagligu gongd í SMS í mong ár. Anna Maria Nyby hevur havt handil í SMS síðan 1977, tá ið SMS byrjaði, og Lars Müller hevur starvast í SMS síðani 1994 og hava Hanna og Lars rikið egnar handlar síðani 2000.
Vero Moda er partur av donsku klædnafyritøkuni Bestseller, ið eisini útvegar øðrum handlum hjá Lars klæðir.