Verndarbrillur eins nátúrligar og trygdarbelti

At nýta verndarbrillur í samband við fýrverk hevur so avgjørt nakað við heilsu at gera. Tað eru ikki so fáar vanlukkur, sum hvørt ár standast av at verndarbrillur ikki verða nýttar

Verndarbrillur áttu at verið eins náturligar at brúkt og trygdarbelti í bilum ella hjálmur, tá man súkklar, sigur norska "Blindeforbundet" í tíðindaskrivi. Samstundis verður gjørt vart við, at brillurnar eiga at vera bíligar, smartar og lættar at fáa hendur á.

Læknar á eygnadeildini á universitetssjúkrahúsinum í Haukeland høvdu ynskt, at tað var eitt krav, at øll nýttu verndarbrillur í sambandi við fýrverkarí á nýggjárinum. Roknað verður við, at umleið 100 fólk í Norra fáa skaða av fýrverki.


Kelda: Aftenbladet