Góði Vermund,tá eg fyri fáum døgum síðani var á gátt hjá tær, ánaði eg ikki at hetta skuldi verða okkara síðsta samrøða saman, eg fæti tað næstan ikki at tú ert farin.
Fyrstu ferð vit hittust var í Kaldbak í 1961, eg var bert 11 ára gamal. Síðan tá havi eg hugsað um teg, sum vart tú stóribeiggi. Tú og Fanny høvdu møtt hvørjum øðrum, og giftust tit stutt eftir. Ikki kann sigast, at lagnan hevur verði tykkum blíð, veit ikki um nøkur onnur sum hava mist so nógv sum tit, men hóðast hetta hava tit hildið trúfast saman og elska hvønn annan til síðsta dag.
Mær dámdi so væl at verða saman við tær, helst tá tað bara vóru vit báðir, mangan høvdu vit tað stuttligt og hugnaðu okkum saman, vit prátaðu um líkt og ólíkt, tú var altíð so skilagóður. Sera væl minnist eg í mars 1961, vit báðir sótu uppi og lurtaðu eftir dystinum ímillum Ingemar Johansson og Floyd Patterson, tá Ingemar var útsligin, minnist eg, at eg hugsaði, hatta hevði hann ikki klárað at gjørt við Vermund. Faktisk var eg ikki sørt stoltur av at hava fingið ein so sterkan og væl bygdan svágur. Men góði Vermund, tað sum eg mest minnist teg fyri, var tað ferðina tú fekk meg yvirbevístan um at orð Guds var sannleiki.
I nøkur ár arbeiddu vit saman, sjálvt um tú var sera stillur og lítilátin hevði eg stóra virðing fyri tær, hevði tú sagt at soleiðis skuldi tað verða, ja so skuldi tað bara vera soleiðis.
At tú fanst tær Fanny til konu var tín lukka, tí tað vita vit øll,at betur konu kundi tú ikki valt tær.
Góða Fanny og børnini, ja nú mistu tit aftur, má Jesus verða hjá tykkum øllum og halda tykkum uppi. Eg kann vissa tykkum um, at so víst sum eg kendi Vermund, var hann ferðabúgvin.
Góði Vermund, hvíl í friði.
svágur










