Luttakararnir vóru tey sum eru í skipanini Reyði Kross Vinir. Reyði Kross Vinir eru sjálvboðin, sum hjálpa flóttafólki og tilflytarum at fóta sær í føroyska samfelagnum.
Tað vóru Color Up Peace og Albina Kokina, sum høvdu verkstovuna.
Tey vitjandi á søgdu tað vera ein hugsavnandi og friðsæl løta, har tey málaðu friðarmyndir.
Listakvinnurnar, ið hildu verkstovuna, eru úr Ukraina. Lisa Glybchenko frá Color Up Peace flutti til Finlands sum lesandi eftir at stríð tók seg upp í Ukraina í 2014, og Albina Kokina søkti sær friðskjól í Føroyum fyri skjótt hálvum øðrum ári síðani. Báðar nýta tær listina at arbeiða fyri friði.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##

















