Aftur í ár ein verkstova fyri myndafólk á G! og tað er aftur amerikanski myndamaðurin Benjamin Rasmussen stendur fyri verkstovuni. Saman við honum fara Bárður Eklund og Hans Juul Nyström Hansen at vísa teirra teknikkir. Pláss er fyri 15 myndafólkum.
Benjamin Rasmussen er útbúgvin fotojournalist frá John Brown universitetinum í Arkansas í USA. Hann hevur búð í langa tíð í Manilla á Filipinunum og býr nú í Colorado í USA.
Benjamin hevur tikið myndir fyri eina røð av viðurkendum bl'ðum, eitt nú New York Times, Jeepney Magazine og Mega Magazine.
Bárður Eklund og Hans Juul Nystrøm Hansen fara eisini at hava nakrar tímar í nøkrum evnum, sum teimum dámar at arbeiða við og um teknikkir, sum teir brúka.
Bárður Eklund er útbúgvin fotojournalist á Danmarks Journalisthøjskole, og Hans Juul Nystrøm Hansen hevur lisið Graphic Design/Photography at Central Saint Martins í London.










