Verkstaðið á Bakka 25 ár

Mánadagin var hátíðarløta á varda Verkstaðnum á Bakka í Vági.

Mánadagin var hátíðarløta á  varda Verkstaðnum á Bakka í Vági í samband við, at 25 ár eru liðin síðani verkstaðið gjørdist veruleiki.

 

Á skránni var kaffimunnur við køkum, hugni og prát, felagssangur og røður.

 

Nógv fólk kom saman; starvsfólk, brúkarar og avvarðandi  og umboð fyri myndugleikarnar.

 

Almannastjórin Edvard Heen helt røðu, eins og leiðarin  fyri verkstaðið og umboð fyri Javna, og tingmaðurin Henrik Old segði nøkur orð sum tingmaður og vágbingur.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum helt eisini røðu og røðan kann lesast her: http://www.amr.fo/Default.aspx?pageid=8980&NewsItemID=19413