Verkstaðurin meiri sjónligur á gøtuni

- Vit kenna okkum burturgoymd uppi á Brekku, sigur Jóna Olsen, leiðarin á Varda Verkstaðnum í Klaksvík

Menningartarnað
Solby A. Eliasen

Jóna sigur, at millum annað fær handilin hjá teimum nógv betri umstøður. Nýggja hølið gevur teimum møguleika til at stilla út í vindeygað, so at fólk kunnu síggja, hvat tey selja.
- Tað eru nógv fólk, sum ikki vita av, at vit selja hvønn dag. Tey halda, at tað bert er til høgtíðir, greiðir Jóna frá.
Nýggja hølið er bygningurin, har Norðoya Deild hjá Toll og Skattstovu Føroya í løtuni heldur til.
- Vit eru glað fyri nýggja hølið, sigur Jóna Olsen.
Jóna heldur, at tá hølið er innrættað til tey, fer tað at nøkta tørvin betur enn hølið á Brekku ger.
- Men tað skal ein eykajáttan til fyri at fíggja tað, so vit fáa at síggja, hvussu verður við tí, sigur leiðarin á Verkstaðnum.

Betri umstøður
- Sum er, verður tørvurin als ikki nøktaður, tí at tá vit byrjaðu at arbeiða í erva eisini, tørvaði okkum millum annað eina lyft, greiðir Jóna frá.
Hon vísir eisini á, at tað er nógv lættari at koma til nýggja hølið við koyristóli.
- Verkstaðurin á Brekku liggur so langt uppi. Tað er sera torført at koma til og frá Verkstaðnum í, eitt nú, koyristóli - serliga í hálku, sigur hon.
Til dømis fer arbeiðið við at gera plattar at hava nógv betri umstøður í nýggja hølinum. Sum er stendur alt tilfarið og allir plattarnir úti á parkeringsøkinum uttan fyri verkstaðin á Brekku, meðan tað í tí nýggja hølinum fer at verða pláss fyri at hava alt inni.
Vardi Verkstaðurin hevur tríggjar deildir, ein ger plattar, ein fæst við seyming, veving og annað, meðan tann seinasta er ein ítrivspartur, har tey millum annað arbeiða við at klippa og líma.
Verkstaðurin á Brekku er ásettur til fimtan heildags brúkarar og fýra starvsfólk á fulla tíð.
- Men ikki allir brúkararnir eru allan dagin, so her eru umleið tjúgu, sigur Jóna Olsen.
- Málsetningurin hjá okkum er, at man skal bæði arbeiða og uppliva nakað. Brúkarin skal eisini læra nakað nýtt her. Vit hava eitt námsfrøðiligt innihald, so vit skipa fyri túrum og øðrum eisini, greiðir Jóna frá.