Verkstaður vorðin til kirkju

Gamli virkisbygningurin, sum Gunnleivur Danielsen brúkti til verkstað, er nú seldur eini meinigheit í Hoyvík, og verður hann nú brúktur, sum samkoma hjá teimum, sum kallað seg ein luthersk frímeinigheit

Bygningurin kostaði 3,5 milliónir krónur, men við øllum sum skal gerast afturat, so liggur hann longu nú um 4,2 milliónir, og nógv vantar enn í.
? Grundin til, at vit hava valt at gera soleiðis er, at tørvurin er vaksin, og soleiðis sleppa vit eisini frá at rigga til, og rigga av hvønn sunnudag tá vit hava møti. Vit hava hildið til í skúlanum í Hoyvík frammanundan, og at skula fyrireika so nógv undan hvørjum møti kann verða rættiliga stríggið í longdini, sigur Jóni Johannesen, fyristøður í meinigheitini í Hoyvík.
Meinigheitin hevur ikki fingið nakran stuðul frá tí almenna. Knøpp millión áttu tey í eginpeningi at seta í, og restin er síðani fíggjað ígjøgnum lán. Søkt hevur verið um stuðul ymsastaðni frá, men higartil eru bert noktandi svar komin teimum í hendi. Men bíðað verður enn eftir onkrum svarið afturat.

Nógv virksemi

Meinigheitin hevur verið til í 21 ár, og hava tey fyri tað mesta hildið til í skúlanum í Hoyvík. Fyrr varð sagt, at tey hoyrdu undir luthersku fólkakirkjuna, men nú hava tey valt at kalla seg eina lutherska frímeinigheit ístaðin. Hvørt mánakvøld er bønarmøti á skránni. Hóskvøld hevur ungdómurin ungdómsmøti og sunnudagar er sunnudagsskúli og møti um kvøldið.
? Vit eru eisini byrjað at hava guðstænastur sunnumorgnar nú, og tað ætla vit at halda áfram við. Í fyrstuni verður tað nokk ikki hvønn sunnudag, men vit fara at royna at byrja uppá hetta so við og við, greiðir Jóni Johannesen frá.
? Eisini plaga vit at hava eitt, sum eitur Alfa-skeið. Tað er ein onglendingur, sum eitur Nick Commel, sum er komin við tí, og tað verður nógv brúkt kring heimin. Eitt tílíkt skeið koyrir í eini 10 dagar.
Umstøðurnar hjá luthersku frímeinigheitini eru eisini nógv betri nú. Verkstaðsbygningurin er rættiliga stórur. 600 fermetrar og grundøkið sjálvt er 4000 fermetrar tilsamans. Alt er verri enn so ikki klárt enn. Meiri peningur skal brúkast til at fáa alt gjørt í stand, og brúkiligt hjá eini meinigheit at halda til í. Tann 10. februar í ár vóru 200 fermetrar tiknir alment í nýtslu.
Bygningurin liggur á Brekku 3, og liggur hann beint aftanfyri Mjólkavirkið Búnaðarmanna.