Ólavur í Beiti
Tað var Finnur Helmsdal sum herfyri setti Helenu Dam á Neystabø nakrar spurningar viðvíkjandi tilboðum til rørslutarnað, og vildi hava at vita, hví einki virksemi var á ALV verkstaðnum 1998? Spurt var eisini, hví partur av teimum pengunum, sum vórðu játtaðir til ALV verkstaðin, ikki vórðu nýttir sum íløga í verkætlanina um arbeiðstilboð til rørslutarnað?
Og í triðja lagi vildi tjóðveldismaðurin hava at vita, um landsstýrið hevur ætlanir um at stuðla nevndu verkætlan? Hvussu og nær? Og at enda var spurt, um ikki, hvørjar ítøkiligar ætlanir hevur landsstýrið so um at veita rørslutarnaðum viðkomandi arbeiðstilboð í nærmastu framtíð?
Í svarinum sigur Helena Dam á Neystabø, at eitt stýri er fyri ALV. Hetta stýrið verður valt av Vanlukkutryggingarráðnum. Sambært viðtøkunum fyri stýrið, sum Vanlukkutryggingarráðið hevur gjørt, hevur Føroya Landsstýri bara eitt umboð í stýrinum.
Landsstýrismaðurin upplýsur eisini, at Føroya Landsstýri hevur veitt stuðul til virksemið hjá ALV, tey seinastu árini við 340.000 kr., men í 1998 varð stuðulin hækkaður til 900.000 kr. Ætlanin var í 1998 at góðkenna verkstaðið hjá ALV, men hetta varð av ongum, og er tað orsøkin til, at játtanin til ALV uppá 900.000 kr. ikki varð nýtt.
Nýggjar viðtøkur
? Vanlukkutryggingarráðið hevur síðst í 1998 gjørt nýggjar viðtøkur fyri stýrið. Sambært hesum viðtøkum skal heimildin, sum fyrr lá hjá Vanlukkutryggingarráðnum, flytast til landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum. Landsstýrismaðurin fær heimild at velja stýrið fyri ALV og skal eisini hava eftirlit. Fyrr hevur Føroya Landsstýri bara veitt ein stuðul til virksemið hjá ALV, men hevur ikki havt nakra heimild til at seta ávist virksemi í gongd.
? Um landsstýrismaðurin yvirtekur virksemið hjá ALV, verður fyrst farið í gongd við at kanna sjálvt virksemið hjá ALV, og hareftir verða neyðugar broytingar gjørdar.
Og Helena Dam á Neystabø er væl vitandi um, at ein umsókn liggur í Almanna- og heilsumálastýrinum til at seta í gongd eitt verkstað til 6 rørslutarnað.
? Tá viðurskiftini hava verið so ógreið hjá ALV í 1998, hevur Almanna- og heilsumálastýrið valt at latið umsóknina liggja fyribils. Støða verður tikin til hesa umsókn, tá viðurskiftini við ALV eru fingin uppá pláss.
Sørvágur
Uppá spurningin um, hvørjar ítøkiligar ætlanir landsstýrið hevur at veita rørslutarnaðum arbeiðstilboð í nærmastu framtíð, sigur Helena Dam á Neystabø, at ætlanin er at seta eitt verkstað í gongd til m.a. rørslutarnað í Sørvági í 1999. Peningur er settur av til endamálið, og landsstýrismaðurin vónar, at tað í framtíðini fer at bera til at økja um hetta virksemið.
? Landsstýrismaðurin er væl vitandi um, at rørslutarnað, sum onnur við ymiskum breki, hava tørv á verkstøðum og mennandi arbeiðstilboðum.