Mánadagin lat Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, upp handil hjá Verkstaðnum Vón.
Vón hevur áður havt handil, men tað verkstaðið brann var liðugt við hesum. Eldur var í Vón, og fluttu tey tá í Mykinesgøtu. Har vóru ikki møguleikar at hava handil, men fólk gekk inn á gólvið at keypa.
1. juli í fjør fluti Vón so í nýggju hølini í Hóvabrekku og nú hava tey aftur fingið handil. Umframt hava tey eisini vanligu jólasøluna og páskasøluna. Eisini hava tey havt sølu í Smiðjuni í Lítluvík.
Mánadagin var lítil hátíðarløta við einum kaffimunni. Leivur Hansen lat handilin upp og á samkomuni fekk hann eina mynd handaða.
Myndina hevur Anny Petersen gjørt og Martin Drangá hevur sett orð til. Verkstaðið vón hedlur nú aftur til úti á Argjum, í Hóvabrekku 1, og nú handilin aftur er opin liggur væl fyri at leggja leiðina innar.









