Verkstaðið Vón byggir eisini land

Kveikjandi tiltak á Verkstaðnum Vón um rúmliga arbeiðsmarknaðin í vikuni. Hópurin av veruligum sólstrálusøgum – bæði í mun til framleiðslna á verkstøðunum og góðu royndunum sum eru, tá fólk við menningartarni eru komin út á arbeiðsmarknaðin

MBM og Fiskirannsóknarstovan greiddu frá, hvussu tað riggaði, at hava fólk við menningartarni í arbeiði. Starvsfólk higani søgdu okkum, hvussu allir partar høvdu gagn av samstarvinum. Tey við menningartarni søgdu í samrøðu við Maud Wang Hansen frá gerandisdegi og arbeiði sínum. At arbeiðsmarknaðurin eigur at vera fyri øll, og at flestu okkara kunnu geva okkara ískoyti kundu vit av sonnum sanna.

 

Hvat siga politikararnir?

Landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at hon vil virka fyri einum rúmligari arbeiðsmarknaði, sjálvstýrisflokkurin hevur lagt fram skilagott uppskot við ábótum og í farnu viku viðgjørdu vit uppskot til samtyktar frá Tjóðveldi um arbeiðsmarknaðin fyri øll. Tá uppskotið hjá Tjóðveldi var fyri, vóru flest øll – við einum einkultum undantaki – samd um at virka fyri ein arbeiðsmarknaði fyri øll og at hetta ikki var ein spurningur um loysing, samband, vinstra ella høgra. Fari í stuttum at nevna nøkur av tilmælum okkara her:

 

 

Hvat er at gera?

Lógarkarminum tørvar ábøtur í mun til arbeiðsmarknaðin fyri øll. Alskyns orsøkir eru til, at fólk hava skerdan førleika, tí skulu eisini vera alskyns møguleikar og hjálp at fáa, til tess at fáa fótin fyri seg á arbeiðsmarknaðinum.

Vart starv er ein møguleiki – men aðrir møguleikar sum eitt nú mentorskipan og persónligur assistentur høvdu avgjørt eisini verið til gagns.

Ein mentorur er ein starvsfelagi, sum hjálpir eitt nú fólki við menningartarni ella sosialum trupulleikum at fáa fótin fyri seg á arbeiðsmarknaðinum. Mentorskipanin fyribyrgir lutvís misskiljingum millum tann við skerdum førleika og arbeiðsplássi og lutvís verður upplæringin enn betri, tá ein og sami persónur varðar av upplæringini.

 

Almenna ganga á odda

Almenn arbeiðspláss mugu ganga á odda og verða ein fyrimynd um væntast skal, at allur arbeiðsmarknaðurin skal gerast rúmligari. Stórt rós til bæði almennu og privatu arbeiðsplássini sum longu í dag vísa sosiala ábyrgd. Skilagott er beinleiðis at lógarfesta, at almenn arbeiðspláss sum hava ávísa stødd skulu seta fólk í starv við skerdum førleika. Orsøkin til at talan skal verða um fólk sum í dag standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin er, at royndir úr øðrum londum vísa, at um hetta ikki er eitt krav verður úrslitið, at arbeiðspláss seta fólk í vard størv, sum longu eru á arbeiðsplássinum. Hesi høvdu helst fingið vart starv undir øllum umstøðum.

 

Hví júst nú?

Sannroyndin er, at fólk við skerdum førleika ofta eru tey sum missa starvið fyrst, tá sparingar eru. Harumframt tykist eisini truplari at fáa fólk við skerdum førleika inn á arbeiðsmarknaðin, tá niðurgongstíðir eru. Tí eru nevndu ábøturnar, og enn fleiri sambært uppskoti Tjóveldis, avgjørt neyðugar nú.

 

Verkstaðið Vón byggir eisini land

Visti tú, at allir prestarnir á landsvegunum runt Føroyar umframt markpelarnir sum Landsverk nýtir eru gjørdir á Verkstaðnum Vón? So umframt at framleiða millum annað spýggibakkar og navnaspjøldur byggir Verkstaðið Vón eisini land.