Torben Nielsen, íverkseti av appini Alarm.fo, bjóðar Nólsoyingum at hoyra søguna um hvussu tað hevur gingist honum at menna Alarm.fo og hvat næsta ætlanin er. Torben Nielsen skal í næstum niður til Danmarkar at greiða frá hvussu tað er at verða íverkseti í Føroyum, og um appina hann hevur ment.
- Tað er stuttligt at øva seg í Nólsoy, stórur partur av íblástrinum kemur úr Nólsoy, tí haldi eg tey skula fáa rætt at hoyra søguna fyrst, sigur Torben Nielsen.
Tað verða tvey tiltøk í Danmark, tann 25 Oktober í Keypmannahavn, har Torben Nielsen kemur at hava ein bás og møguligt er at fáa eitt prát við hann. Tað er Føroyska sendistovan í Danmark, ið skipar fyri tiltakinum í Keypmannahavn. Næsta tiltakið er 1 November í Nordatlantens hus í Odense, har Torben Nielsen er gestarøðari og skal greiða frá søguni sum Føroyskur íverksetari.
- Eg fari at greiða frá hvussu tað er at verða føroyskur íverkseti, um alt eg havi uppliva, bæði gott og ringt, sigur Torben Nielsen, og hvussu tað er at vera íverkseti í Nólsoy, leggur hann flennandi afturat.
Í summar gjørdi Torben Nielsen av, at Alarm.fo fór at leggja tað út sum var umráðandi og lívshættisligt, heldur enn at leggja alt út, sum eisini stóð á øðrum miðlum. Tað er ov nógv kunning sum ferðast runt í samfelagnum, so tað er ov trupult at fanga alt.
- Hugskotið til Alarm.fo byrjaði við einum óhappi í Leirvík, har ein drongur endaði á sjúkrahúsinum tí mamman ikki hevði hoyrt útvarpið fyrrapart, og ikki hevði hugt á heimasíðuna hjá kommununi, og tískil ikki hevði fingið við at vatni var dálka, sigur Torben Nielsen.
Man kann Ikki melda seg til nakra skipan soleiðis at man fær kunningina við, og tað er enn ein trupulleiki, heldur Torben Nielsen. Uppgávan at fáa øll at spæla saman, og brúka eina rás er ógvuliga trupult og krevur nógva frágreiðing, leggur hann afturat.
Torben hevur samband uttan um landoddarnar, og heldur seg hava funnið næsta stigi í menningini av appini, men hetta vil hann ikki avdúka enn.
- Eg havi funnið tað næsta stigi, men eg sigi tað ikki fyri nøkrum enn, tí tað er ógvuliga lætt at fáa hugskot, men tað er ikki serliga lætt at útføra tað, sigur Torben Nielsen.
Mín ætlan er at greiða frá upprunanum til hugskotið, hvussu eg kom í gongd, hvat eg havi uppliva o.s.fr.
Á Ovastevnu 2016 royndarkoyrdu vit appina, og tað gekk stak væl, skráðin bleiv dagførd allatíð og so var sanghefti við í appini eisini, næsta stigið bleiv so Ólavsøkan í 2017. Í 2018 komu aðrar líknandi appir á føroyska marknaðin, tá gjørdi Torben Nielsen av at hugsa um næsta stigi í menningini av Alarm.fo, tí hann sá hvat kundi gerast betur við menningini av appini.
- Tá eg fari í gongd aftur nú, so veit eg hvat eg skal gera, tí nú havi eg haft møguleikan at prøva meg fram, sigur Torben Nielsen til seinast.