Íverksetarar skulu setast á ein vogn og hjálpast frameftir

 Vinnuspírar eiga at fáa betri stuðul. Tað hevði verið ein íløga hjá samfelagnum, sum væl hevði loyst seg, heldur Marita Rasmussen, samskipari í Vinnuhúsinum

Íverksetarastuðul

Vinnuspírar í Føroyum, sum hava góð hugskot, eiga at fáa betri stuðul frá tí almenna.
Tað heldur Marita Rasmussen, samskipari í Vinnuhúsinum.
Hon sigur, at íverksetarastuðul er ein góð íløga fyri samfelagið, tí tað er ein íløga, sum gevur samfelagnum nógv aftur.
Men hon heldur ikki, at tær skipanir, vit hava, eru nóg góðar.
 Tað er tungt at arbeiða við nýggjum vinnuætlanum. Íverksetarar eru ofta vanlig fólk, sum mangan eiga lítið av pengum. Tí er brúk fyri skipanum, sum kunnu lofta hugskotum og sum kunnu hjálpa og vegleiða vinnuspírum til teir eru komnir á mál og til tað vísir seg um talan er um eina burðardygga ætlan ella ikki.
Hon sigur, at í londunum rundanum okkum hava tey eina meiri miðvísa íverksetaramenning, enn vit hava í Føroyum, tí har eru skipanir, sum ráðgevur hvørjum einstøkum íverksetara, sum hevur eitt hugskot. Hinvegin skulu slíkar skipanir eisini kunna fortelja íverksetarum tað, tá ið hugskotini ikki eru so góð so at ikki óneyðugar kreftir verða brúkar upp á tað.
Marita Rasmussen sigur, at tað er heldur ikki so, at als ongar skipanir eru í Føroyum, sum íverksetarar og vinnulív annars, kunnu troyta fyri at koma framá.
 Vit hava ymsar skipanir, bæði almennar og privatar, men tað er ikki nógv, sum miðvíst hevur til endamáls at stuðla íverksetarum burturav og eg kundi hugsa mær, at tær almennu skipanirnar vóru betri.
Av almennum skipanum, sum stuðla vinnulívinum, kann nevnast Framtaksgrunnurin, sum vinnulívsfólk kunnu søkja um eginpening úr.
Haraftur er Vinnuframagrunnurin, sum vinnulívsfólk kunnu søkja um pening úr til ymsar ætlanir.
 Men tað er ikki beinleiðis miðað ímóti íverksetarum, men meiri ímóti vinnuni sum heild.

Játtanin tikin av
Annars harmar tað Maritu Rasmussen, at TK-stovan fekk ta lagnu, hon fekk.
- Vit høvdu TK-stovuna, sum ráðgav fyritøkum og fólkum við góðum hugskotum. So varð TK-stovan løgd saman við Menningarstovuna og skuldi so halda fram har. Men tað gekk heilt skjótt, so varð játtanin til stovnin skerd so nógv, at ráðgevingin til einstakar fyritøkur mátti halda uppat og tað heldur hon var spell.
Umframt tær almennu skipanirnar, eru eisini aðrir grunnar. Eitt nú er Notio, sum kann seta pening í vinnuligar ætlanir, men tað er meiri á vinnuligum grundarlagi. Somuleiðis hava Sparikassagrunnurin, Notio og Framtaksgrunnurin stovnað Set, sum er ein grunnur við sáðkapitali í. Nevndin í Set hevur seks milliónir at ráða yvir og í hesum føri er talan um váðafúsan kapital.
Somuleiðis hava Suðuroyar Sparikassi og onnur sett íløgufelagið, Kveiking, á stovn, men eisini tað felagið er stovnað á vinnuligum grundarlagi til at seta pening í burðardyggar ætlanir.
Uppaftur aðrir grunnar eru Royndin hjá LÍV, Tjaldur hjá Skipafelagnum og nýggjasta skotið er partafelagið 14. Her er alt talan um meiri ella minni vanlig íløgufeløg.
 Sostatt er skilligt, at flestu skiparnir, vit hava, eru stovnaðar fyri at seta pening í burðardyggar ætlanir. Hinvegin er meiri avmarkað við skipanum, sum burturav eru gjørdar til at veita íverksetarum váðafúsan kapital og tað er hetta, vit hava brúk fyri í størri mát, sigur Marita Rasmussen.
 Skulu vit tosa um íverksetarastuðul, skal talan vera um váðafúsan kapital, leggur hon afturat.

Skulu setast á ein vogn
Marita Rasmussen sigur, at tað hon vildi ynskt, var, at vit høvdu eina skipan, sum veruliga og burturav varð miðað eftir at hjá hjálpt íverksetarum.
 Tað, vit hava brúk fyri, er einari skipan, sum veruliga tekur íverksetarar til sín. Skipanin skal vera so, at táið ein íverksetari vendir sær til skipanina, skal hann setast upp á vognin og so verður koyrt eftir skinnarunum, til komið er á mál, tvs til greiða er fingin á, um talan er um eitt gott hugskot, ella um talan er um eitt hugskot, sum ikki røkkur til eina vinnuliga ætlan.
 Sostatt skal talan verða um eina skipan, sum fortelur íverksetaranum, hvar hann kann søkja um pening, hvar hann kann leita sær ráð og sum yvirhøvur ráðgevir og vegleiðir.
Hon heldur, at tað er brúk fyri slíkum skipanum, tí vanliga eiga íverksetarar ikki nógvan pening og hava ikki fíggjarliga orku at gjøgnumføra eina ætlan.
 Ein slík skipan skal eisini tryggja, at tann peningur, sum verður brúktur til íverksetan, verður brúktur so skilagott sum gjørligt.

Ein góð íløga
Sjálv ivast Marita Rasmusen ikki í, at tað er rætt at brúka pening til at hjálpa íverksetarum.
 Vit eiga at hugsa um íverksetarar allastaðni. Íverksetan eigur at vera ein partur av okkara útbúgvingarskipan, heilt úr fólkaskúlanum, umvegis miðnámskúlan og uppeftir. Vit eiga at eggja til íverksetan allastaðni, tí tað er haðani, at okkara framtíðar vinnulív, sprettir.
 Hon heldur hinvegin, at tað er óneyðuga tungt at koma ígongd við nýggjum vinnuætlanum, tá ið slíkar skipanir mangla.
 Alt vinnulív er jú úrslitið av eini íverksetarum. Fleiri íverksetarar eru, jú fleiri vinnuligar fyritøkur fært tú.
Hon undrast á, at tað privata vinnulívið hevur fleiri grunnar, sum standa til reiðar við peningi til íløgur av ymsum slagi men samstundis hevur tað almenna ongar serligar vælvirkandi skipanir, sum miðvíst hava til endamáls at hjálpa og stuðla íverksetarum.
Hinvegin ivast Marita Rasmussen um tað er rætt at velja sær nakrar ávísar vinnugreinar burturúr rúgvuni og so velja at leggja leggja dent á tær.
 Tað kann sjálvsagt verða torført at ráðgeva um alskyns slag av vinnum, heilt frá einum bakarahandli til eitt fiskavirki, sjálvt um ráðgeving um at finna fígging o.s.fr. er tann sama í at kalla øllum vinnugreinum.
 Men tann, sum letur eina kiosk upp og vinnur pening og kann hava fólk í starvi, er eisini íverksetari, sum gevur eitt íkast til samfelagið.
 Men tað, eg síggi fyri mær, er, at vit hava ein íverksetarastuðul, sum kann hjálpa íverksetarum hartil til, at ein fyritøka kann setast á stovn. Men hinvegin síggi eg fyri mær, at tann, sum so skal fíggja eina fyritøku eisini fer at seta krøv um, at fólk eru í fyritøkuni, sum hava skil fyri at framleiða og selja akkurát tað vøruna, sum talan er um í hvørjum einstøkum føri. Tað er nevniliga als ikki vist, at ein, sum hevur eitt gott hugskot, eisini dugir at framleiða ella at selja.
 Hon heldur sostatt ikki, at sjálv íverksetara-ráðgevingin eigur at verða tengt at ávísum vinnum.
Hon vísir eisini á, at í Noregi hava tey eina skipan sum loyvir smáum virkjum, sum brúka pening til gransking og menning, kunnu draga tað frá í skatti. Tað er ein skipan sum er gjørd fyri at eggja fyritøkum til nýskapan.
Marita Rasmussen heldur at tað kundi eisini verið ein skipan, sum politiski myndugleikin í Føroyum kundi umhugsa.
Somuleiðis staðfestir hon, at tað eru eisini íverksetarar, sum hava høgar útbúgvingar og hon heldur avgjørt, at tað er vert at satsa uppá hesi fólkini.
 Men skal tað eydnast, skal játtanin til gransking økjast heilt munandi, tí hon er bara ein viðfáningur, sum er.

Síggjast sum ein heild
Marita Rasmussen heldur, at tað kundi verið eitt gott hugskot at gjørt, sum løgmaður nevnir um at umskipa Framtaksgrunnin til at gerast meiri ein íverksetaragrunnur við váðafúsum kapitali.
 Men tað er ikki vist, at tað er loysnin, í hvussu so er ikki einsmalt. Skulu vit tosa um íverkseting, ber ikki til at hyggja eftir einstøkum lutum í eini ætlan. Tað er neyðugt at hyggja eftir heildini og spyrja, hvat vit vilja hava burturúr eini slíkari skipan og so ber til at hyggjabæði eftir fíggingarmøguleikum og eftir ráðgevingini annars, sigur Marita Rasmussen.