Við fýra áhugaverdum fyrilestrum í Øravík fara Rani Nolsøe, fólk frá TAKS, Regin Dalsgaard og Kitty May Ellefsen at seta fokus á íverksetan Týskvøldið 22. apríl verður tiltak í Øravík, har íverksetan er á skránni. Í fyrsta innlegginum verður lagt fyri við spurninginum: Hvat kann Íverksetarahúsið hjálpa við?
Síðani fara umboð fyri TAKS at greiða frá, hvussu tær almennu Føroyar møta íverksetum, og hvørji krøv verða stillaði fyri at kunna etablera eina lógliga fyritøku.
Eftir tað fer royndi íverksetin, Regin Dalsgaard, at greiða frá, hvussu hann, hóast einans 24 ára gamalur, hevur byrjað fleiri fyritøkur við rímuligum undanvindi.
Til seinast fer forkvinnan í nevndini í Íverksetarahúsim, Kitty May Ellefsen, at geva síni boð uppá, at tað ber til hjá íverksetum.
Skrá:
19:00 Rani Nolsøe, Hvat kann Íverksetarahúsið hjálpavið?
19:30 Umboð frá TAKS
20:00 Regin Dalsgaard, royndur íverkseti
20:30 Kitty May Ellefsen, Tað ber til!
Spurnignar, kaffi, køkur, frukt.
21:00 Endi
Áhugaði kunnu venda sær til Finn Johannesen 211212 ella Rana Nolsøe 210610, siga stigtakararnir.