Íverksetarahúsið í Vágum

Í næstum fer Íverksetarahúsið saman við Vága- og Sørvágs kommunu og fyritøkum í Vágum, at koyra nýggju verkætlanina »Startup Vágar« av bakkastokki.

Tað boðar Íverksetarahúsið frá.

Ætlanin við verkætlanini er at savna framtakshugaði vágafólk úr vinnulívinum, felagsskapum, kommununum og almenninginum, til eitt vikuskifti, har tað verður arbeitt við tí hugskotsríkidømi, sum finst lokalt í Vágum.

Málið er at stuðla uppundir eina vinnuliga realisering av teimum bestu hugskotunum og avbjóðingunum.

Hetta fyrsta tiltakið verður hildið á 62N Airport Hotel 10. til 12. mai, og verður dentur lagdur á at fáa fram hugskot úr lokaløkinum og at uppbyggja góð produktiv netverk, sum styrkja íverksetara innsatsin munandi.

Nøkur hava eitt hugskot, onnur ynskja íblástur, og aftur onnur hava áhuga fyri íverksetan og vilja vera við til at byggja nakað upp.

Byrjað verður fríggjakvøldið 10. mai kl. 18.30 við íblástri og hugskotsmenning, og á skránni verður nærri at hoyra frá Rana Nolsøe, Íverksetarahúsið, og frá Katrin Petersen, sum er leiðari av vakstrarætlanini, sum arbeitt verður við í Sandoynni.

Eftir tað verður høvið til at tekna seg til verkstovur, sum koma at arbeiða við lokalum hugskotum og avbjóðingum, frá byrjan til sølu. Tvær verkstovur verða leygardagin og ein sunnudagin, og endaligu úrslitini verða presenteraði sunnudagin seinnapartin.

Alt tiltakið er ókeypis. Kaffi, morgunmatur, frokostur og annað gott verður at fáa.

Øll vágafólk eru hjartaliga vælkomin á 62N Airport Hotel fríggjakvøldið 10. mai kl. 18.30, har alt fæst at vita um »Startup Vágar«.