Íverksetarahúsið fingið skaða

Tað eru fleiri skaðar fráboðaðir í Klaksvík í dag.

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað eru ikki nógvir skaðar at tosa um í dag. 

 

Í Klaksvík hevur Íverksetarahúsið fingið skaða á klædningin, og samstundis er ein tekja nakað viðtikin í Klaksvík í dag. 

 

Í Skopun varð takvindeyga á einum bussi sogið úr. 

 

- Annars eru ikki nógvir skaðar, men koyrilíkindini eru sera vánalig og vera tað í kvøld, sigur vakthavandi. 

 

Sýnið er út av lagið vánaligt, og tí verður staðiliga heitt bilførarar um at koyra varliga.