Hesi tøkniligu frambrotini eru ikki bert kærkomin her hjá okkum og kunnu geva arbeiði til nógvar hendur, hetta er tøkni, sum kann seta Føroyar á heimskortið á umhvørvisøkinum, og tískil eigur tílík slóðbrótandi nýhugsan at fáa bestu vælvild frá politisku skipanini.
Íverksetan
Tað verður ført fram dagliga, at vit mugu stuðla íverksetarum, tí tað er neyðugt við nýggjum innovativum fyritøkum, ið kunnu økja um føroyska búskapin. Íverksetan er ein long og drúgv tilgongd, líka frá fyrsta hugskotið, til byrjanarkapital og marknaðarføring. Tað er oftani byrjanin, ið er sera trupul, tað tekur tíð hjá marknaðinum at taka ímóti nýggjari tøkni og nýggjari vinnu, og bankarnir standa og bíða eftir, at peningurin kemur aftur í kassan. Landið eigur tískil at føra ein virknan íverksetarapolitikk, sum kann slóða fyri innovatión. Ein møguleiki er at geva íverksetarum ein árligan skattafrádrátt uppá 75-100.000 tey fyrstu 2-3 árini. Eitt skipað samstarv við Samvit eigur at fáast í lag, soleiðis at íverksetarar kunnu fáa ta neyðugu ráðgevingina. Tað eru tó lunnar lagdir undir eina skilagóða íverksetaramentan við eitt nú íverksetarahúsinum í Klaksvík og Ungt Virki, ið er eitt fak í Handilsskúlanum, har næmingarnir fáa frálæru í íverksetan. Men tað er langt á mál, tí eyðsæð er, at nógv góð hugskot standa, tí kapitalurin ikki er til staðar, og eingin kærkomin hjálp til marknaðarføring og ráðgeving, ið er alneyðug í dag.
Vágbingar hava víst í verki, at teir ikki eru fyri einki, men hava viljan og hugskotini til at stovnseta nýggjar vinnur, og landið eigur at stuðla tílíkum tøkniligum frambrotum, sum bæði kunnu vera við til at stuðla vinnulívinum í oynni umframt, at hesar vinnur kunnu vera við til at seta Føroyar á heimskortið á umhvørvispolitiska økinum.
Føroyskur umhvørvispolitkkur á heimskortið
Nú Føroyar eru við í Kyoto, og kjakið gongur um niðurskurðin av CO2 utlátinum, kunnu vit við tøknini hjá vábingum vera við til at gera niðurskurð í CO2 útlátinum í øllum heiminum. Tað er ein sannroynd, at skipaflotin er sera dálkandi við CO2 útlátið, og tískil skal nýggj tøkni til fyri at minka um CO 2 útlátið. Heimsins lond hava trupulleikar av CO2 dálkingini, ið stendst av m.a. skipaflotanum, og tískil eiga vit at seta inn her. Taka vit trollemmarnar og skrúvuna hjá vábingum so spara hesi bæði 15-20% hvørt av CO 2 útlátinum. Við hesi tøknuligu útgerð kunnu vit gerast slóðbrótarar á umhvørvisøkinum, um vit bera okkum rætt at.
Skiljimaskinan hjá Kaj Joensen, ið forðar oljuni í kjølinum at fara í havið eigur somluleiðis at fáa størstu politisku vælvild. Um ein tílík maskina kann setast í framleiðslu, kann tað hava við sær nógv arbeiðspláss í oynni, umframt at hetta er við í tí samlaða umhvørvispakkanum hjá føroyingum.