Íverksetan: Tak røttu avgerðina

Mánakvøldið 3. september byrjar nýggj skeiðsrøð í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, ið skal brynja íverksetarar til at taka røttu avgerðirnar Íverksetaraskeiði er ætlað teimum, ið umhugsa at byrja á egnum beinum ella hava ítøkiligar ætlanir um tað ella kanska júst eru farin í gongd.

Hvørjir persónligir eginleikar eru neyðugir? Hevur tú valt rætt? Hvat kanst tú læra av øðrum?

Hetta eru nakrir av spurningunum, ið roynt verður at svara á skeiðnum, har luttakararnir koma at vera saman øðrum, sum arbeiða við somu avbjóðingum.

Endamálið við skeiðnum er millum annað at brynja nýggjar íverksetarar til at taka røttu avgerðirnar og geva ráð um, hvussu tey skapa neyðuga netverkið, sum mennir tey sum íverksetarar.

Eisini fara royndir íverksetarar at greiða frá sínum royndum úr veruliga íverksetaralívinum.

Skeiðsleiðari er Rani Nolsø, leiðari í Íverksetarahúsinum.

Skeiðið er býtt upp í fimm skeiðseindir. Á fyrsta skeiðskvøldinum fáa luttakararnir millum onnur høvið at hoyra Rana Nolsø, leiðara, tosa um evni: ?Frá hugskoti til málsetning? umframt at Regin Dalsgaard, íverksetari fer at greiða frá undir yvirskriftini ?Soleiðis gjørdi eg?

Sí annars skrá fyri allar skeiðseindirnar á www.is.fo

Til ber at tekna seg til íverksetaraskeiðið á tlf. 45 97 00 ella á is@is.fo