- Mær dámdi væl hetta verkið. Yrkingin er væl vald, ikki minst til tað, tað er bílagt til. Eg kenni væl hesa yrkingina um Havnina, sum tá var ein bygd. Eg haldi, at tónleikurin var avvekslandi og mystiskur við djúpum tónum, og hevði hann nakað av fanfari yvir sær.
Kórsatsurin varð gjørdur soleiðis, at mann skilti væl tekstin tí hann varð lisin upp áðrenn tónleikurin byrjaði.
- Kórið hevði týðiligan tekst. Og teksturin sjálvur er øgiliga væl týddur, og málið er lætt. Mær dámdi væl tann einraddaða sangin í byrjanini og endanum, og tá endin kom, kundi eg hugsað mær at hoyrt meir.