Verkið "Føroysk Sálmaløg" lagt fram

Mikukvøldið, 28. nov. kl 19 verður ein sangløta í Dómkirkjuni, har lagasavnið 'Føroysk Sálmaløg', verður lagt fram. Jógvan Fríðriksson, biskupur, skipar fyri hesi sangløtu.

 

Hvat sovorðnum bókum viðvíkur, man hetta vera eindømi um okkara leiðir.

Petur Jacob Sigvardsen hevur skrivað allar tekstirnar, og Knút Olsen hevur

skrivað øll løgini, 65 í tali, og nú, 4-5 ár eftir, at farið varð undir hetta arbeiði,

er áður nevnda verk liðugt.

 

Systrarnar, Anna Maria og Jensina Olsen,

og kórið, 'Tarira' v/Sunnleivi Rasmussen sum leiðara,

fara at syngja nøkur av løgunum.

 

Aftaná sangløtuna verður borðreitt við einum

drekkamunni á Hafnia.

Har fer somuleiðis at bera til at

ogna sær 'eina sjáldsama bók'.