Í døgunum 2. og 3. oktober verður ráðstevna í Nóatúni. Tað er Føroya Verkfrøðingafelag, saman við Ingeniørforeningen i Danmark og Selskabet for tekniske uddannelsesspørgsmål, sum skipar fyri.
Evnini á ráðstevnuni eru tvey. Menning av verkfrøðingaútbúgvingini og menning av verkfrøðingunum.
Ymsir fyrilestrahaldarar verða á stevnuni. Tríggir teirra koma úr Danmark.
Stevnan verður sett hósdagin 2. oktober klokkan 14 av Allan Dresling frá Selskabet for tekniske uddannelsesspørgsmål.
Síðan heldur Lars Rhein Hansen fyrilestur, sum hann kallar Kvalitetsudvikling i Danmark - Status og problemer.
Seinni verða aðrir fyrilestrar, sum eisini føroyingar fara at halda.
Fyrri stevnudagurin endar við kjakfundi.
Seinni dagurin, fríggjadagin 3. oktober, byrjar við fyrilestri, sum Else Nyvang Andersen heldur, og sum hon nevnir Kompetenceudviklingsåret - Mål og midler. Møguleiki verður at seta fyrilestrahaldaranum spurningar eftir fyrilesturin.
Seinni verða so aðrir fyrilestrahaldarar, sum bæði føroyingar og danir fara at halda.
Eisini hesin seinni dagurin endar við kjakfundi.
Ráðstevnan er almenn og eisini fólk, sum ikki eru verkfrøðingar eru vælkomin, sigur Verkfrøðingafelagið.
Hóast stevnan er ókeypis, verður neyðugt við tilmelding.
Tey, sum ætla sær at luttaka, skulu siga frá í seinasta lagi mikukvøldið. Hetta kann gerast við at ringja
1 56 51 ella 1 07 41.