Verkfrøðingafelag broytir navn til Melco

Martin E. Leo Ráðgevandi Verkfrøðingar er ein fyritøka, ið er grundað á dygd, álit og stoltleika. Navnið kemst frá verkfrøðinginum, Martin Erik Leo, ið stovnaði fyritøkuna í 1989

 

Nýtt navn og nýggjur samleiki: Vegna generatiónsskifti er hóskandi, at navnabroyting fer fram. Nýggja virkisnavnið er lættari at hava til orðanna, eins og tað er einkult og nútíðarhóskandi.

 

Navnið er broytt til MELCON.

 

Tað skrivar Melcon í tíðindaskrivi í dag:

 

"Dentur er lagdur á at varðveita tað, sum vit kenna frá Martin E. Leo Ráðgevandi Verkfrøðingum, og byrjar navnið tí við MEL. Seinni partur av navninum sipar til ensku heitini av orðunum consultant/consult og construction, umframt eisini at sipa til orðið confidence.

 

Nú vit skriva 2023, og marknaðurin er broyttur til at vera meiri altjóða, skal tað vera møguligt at spenna vítt og hava møguleika at virka út um landoddarnar.

 

MELCON fer eins og áður at veita somu dygd, sum felagið altíð hevur veitt og stórur dentur er lagdur á, at allar verkætlanir eru framdar í konstruktivum samstarvi við luttakandi partar.

 

Okkara dugnaligu og fakliga sterku ráðgevar eru altíð til reiðar at veita holla tænastu og koma við gjøgnumhugsaðum loysnum, ið tryggjar, at byggiharri fær mest virði fyri íløgu sína, til ein kappingarføran prís," skrivar Óla Jákup Bech, sum er stjóri í fyritøkuni.