Í kvøld sita tey í Starvsmannafelagnukm og viðgera støðuna, eftir at Pedagogfelagið lýsti verkfall í morgun og eftir at feløgini hava havt enn ein samráðingarfund við arbeiðsgevaran, sum er Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannamafelagið, segði við Rás2 í kvøld, at tey hava tosað við arbeiðsgeverafelagið í dag um at gera broytingar í semingsuppskotinum, sum eru neyðugar at gera fyri at fáa Starvsmannafelagið at taka undir við tí.
Tann samráðingarfundurin hevur verið í dag og í kvøld sita tey og taka saman um.
Hon sigur, at ongin støða verður almannakunngjørd, fyrrenn limirnir hava fingið tað at vita fyrst og eisini mótparturin.
Hon vil ikki siga um tey fingu nakað burtur úr fundinum, men tey hava avtalað, at arbeiðsgevarin frættir aftur.
Men um tey koma til eina niðurstøðu í kvøld, dugur hon ikki at siga.
Hon leggur afturat, at tey eru eisini fyrireikað upp á at fara í verkfall, skuldi tað komið hartil.
Formaðurin í Lærarafelagnum segði í morgun, at Lærarafelagið ætlaði at góðtaka semingsuppskotið um so er, at onkrar smávegis broytingar vera.
Forkvinnan í Havnar Havnar Arbeiðskvinnufelag sigur við Sosialin í dag, at Havnar Arbeiðskvinnufelag skal hava fund við arbeiðsgevararnar í morgin og felagið tekur onga støðu fyrrenn eftir tann fundin.